Eitt danskt granskaratoymi sigur seg nú hava staðfest, at jøklarnir í Grønlandi minka skjótari nú enn fyrr, og sambært gransarunum er tað vorðið soleiðis, tí at luftin og sjógvurin eru vorðin heitari.
Mads Hvid Ribergaard, sum er ein av granskarunum, sigur við grønlendska kringvarpið, at teirra royndir vísa, at broytingar í veðurlagnum ávirka jøklarnar nógv skjótari, enn vísindin hevur hildið higartil.
Eitt annað áhugavert við teimum nýggju kanningunum í Grønlandi er, at tað er ikki bara síðani tað seinasta aldarskiftið, at jøklarnir eru minkaðir serliga skjótt. Kanningarnar vísa, at hetta sama hendi í 1930'unum og í 1940'unum, og tá vóru luftin og sjógvurin eisini rættiliga lýggj, siga granskararnir.










