Ivasamt við frumatkvøðuni

Føroya Lærarafelag skipaði í gjár fyri limafundi í Norðurlandahúsinum. Ivasamt var innan fundin, um frumatkvøða um semingsuppskotið kom á skránna

Tað eydnaðist semingsmonnunum leygardagin at koma fram til eitt semingsuppskot. Tá høvdu teir havt partarnar, Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, á Hotel Føroyum síðani mikudag seinnapart.

Fíggjarmálastýrið góðtók semingsuppskotið, meðan Føroya Lærarafelag tryggjaði sær rætt at leggja tað fyri limirnar til frumatkvøðu.

Lýst var til limafundar í gjár seinnapart og møguliga skuldi frumatkvøða verða um semingsuppskotið.

Forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen, segði tó áðrenn fundin, at tað als ikki var avgjørt, hvørt frumatkvøða kom á skránna ella ikki.

Stórt meira vildi hon ikki siga undan fundinum. Heldur ikki, um ein møgulig forðing fyri atkvøðuni kundi verða, at ov fá møttu á fundi.

Men hon legði tó dent á, at ein frumatkvøða av røttum er, tá uppskotið verður sent út til limirnar - við posti - og síðani savara hesir.

Elsa Birgitta Petersen segði undan fundinum, at talan var um limafund, har felagið kunnaði limirnar um semingsuppskotið. Hvat annað fór at henda á fundinum fór at vísa seg, metti forkvinnan í Føroya Lærarafelag.

Verður ikki frumatkvøða nú, so má bíðast til eftir páskir, tí eingin postútbering er aftur, fyrr enn tá.