Ítróttarskaðar kunnu fyribyrgjast

Marran hjá einum ítróttarfólki er slitin krossbond og koyktir fótliðir. Men ein nýggj kanning vísir, at meginparturin av slíkum skaðum kunnu avmarkast við venjingum á einum »vippubretti« og øðrum balansuvenjingum

Odense Universitet hevur gjørt eina kanning sum vísir, at talið av skaðum minkaði við ikki minni enn 90%, tá spælararnir brúktu »vippubretti«.

Tríggir granskarar frá Ítróttarinstituttinum á universitetinum í Odense spurdu seg sjálvar, um ringur balansi hjá spælarunum var orsøkin til skaðarnar.

Fyri at fáa svara hesum spurningi gjørdu teir eina kanning millum 16 til 18 ára gamlar hondbóltsgentur á Fjóni. Íalt tóku 237 leikarar lut í kanningini.

Kappingarárið 1994/95 skrásettu teir skaðarnar hjá spælarunum, og aftaná deildu teir spælararnar í tveir bólkar.

Annar bólkurin helt áfram við venjingini sum áður, meðan hin bólkurin byrjaði at arbeiða eftir einari upphitingarskrá, ið granskararnir høvdu gjørt.

Skráin umfataði nýtslu av »vippubretti« og »funktionellum« styrkivenjingum, sum skuldu styrkja øklarnar og knøini.

Næsta kappingarár, 1995/96, taldu teir aftur skaðarnar upp fyri báðar bólkarnar og úrslitið var skelkandi.

Í bólkinum, sum brúkti bretti, var talið av skaðum falli við 90% til bert 14 skaðar hjá 111 spælarum.


Helvtarmunur

Í hinum bólkinum, sum hevði somu venjingarskrá sum frammanundan kanningini, vóru skrásettir 66 skaðar, helvtin av tí sum var skrásett árið fyri.

Niels Wedderkopp, ein av granskarunum, sigur orsøkina til hálveringina verða, at venjararnir nú knappliga høvdu fingið eyguni upp fyri at fyribyrgja skaðum, og at ansa betur eftir spælarunum.


Balansi er neyðugur

Úrslitið av kanningini var, at góður balansi er neyðugur fyri at fyribyrgja so nógvum skaðum sum yvirhøvur gjørligt.

Tað vísti seg tó, at tá granskararnir vóru farnir, fóru spælararnir aftur til tað gamla. Tað var trupult at halda fast við, at balansuvenjingin skuldi verða fastur partur av venjingini.

Niels Wedderkopp heldur tí, at ítróttarfeløgini eiga at hava fast tilknýti til ein fysioterapeut ella ein lækna, sum saman við venjarunum kann fyribyrgja ítróttarskaðum.


Hvussu er statt

í Føroyum?

Henda kanning er gjørd í Danmark, men tað hevði verið stuttligt at vita, hvussu nógvir krossbandsskaðar og fótliðsskaðar vóru í Føroyum, og um nakrir læknar, fysioterapeutar, trygging ella fyri tann sak skuld ÍSF hevur gjørt nakað fyri at minka um talið av skaðum í føroyskum ítrótti.

Til stuttleikar kann nevnast, at hetta brettið, tosað verður um í greinini, kostar umleið 350 krónur. Og tað er ikki so nógv, tá ein hugsar um tað stríð, sum stendst av, tá skaði berst einum leikara fyri. Mist arbeiðstíð, mist inntøka og mist venjingar og spælitíð. Tað hevði verið lættari at vant nakrar minuttir um dagin við einum slíkum bretti heldur, og so sloppið undan pínuni.

Men tað er so lætt at siga, tí skaðin hendir ikki mær?