Russiska fótbóltslandsliðið eins og feløg úr Russlandi fara eisini framyvir at verða útihýst úr altjóða fótbólti.
Í dag hevur Altjóða Ítróttardómstólurin (CAS) víst frá sær kæru frá russiskum fótbólti – teirra millum russiska fótbóltssambandinum og fleiri feløgum.
Tey hildu ikki, at tað var rættvíst, at bæði altjóða fótbóltssambandi Fifa og evropiska fótbóltssambandi Uefa í kjalarvørrinum av krígginum í Ukraina gjørdu av at útihýsa russiskum landsliðum og feløgum úr sínum kappingum.
Ein avleiðing var, at manslandsliðið hjá Russlandi ikki slapp at spæla play-off dystinum um luttøku í HM seinni í ár.
– CAS gjørdi greitt, at vaksandi stríðið millum Russland og Ukraina og aftursvar frá almenninginum og stjórnum kring heimin skapti óvæntaðar og higartil ósæddar umstøður, sum Fifa og Uefa mátti reagera uppá, veðrur sagt í niðurstøðuni í avgerðini hjá CAS.
CAS skrivar harumframt, at tey harmast um avleiðingarnar av krígnum fyri russiskan fótbólt, men at avleiðingarnar ikki eru størri enn tørvurin at tryggja, at altjóða fótbóltskappingar kunnu haldast undir tryggum og reiðiligum umstøðum.
Tað var russiska fótbóltssambandi eins og feløgini CSKA Moskva, Dynamo Moskva, Zenit Sankt Petersborg og PFC Sochi, sum høvdu kært til CAS.
/ritzau/Reuters