Italia fekk aftur Lippi

Marcello Lippi gjørdist stóra fólkahetjan, tá hann í fyrraárið leiddi Italia til HM-heitið í fótbólti. Trýstið á eftirmann hansara, Roberto Donadoni, hevur alla tíðina verið sera stórt, og í gjár gjørdist avgerðin um uppsøgnina av Donadoni formlig. Og tað hevur eydnast Italia at fáa Lippi aftur í heita stólin. Um tað so fer at eydnast Lippi at endurtaka bragdið, er ein onnur søga, men ein styrki hansara varð søgd, at hann fekk allar stjørnurnar at virka sum ein bólkur. Nakað sum ikki hevur eydnast heilt so væl hjá Donadoni.