Iris taldi hval á Falklandsoyggjunum

Iris Thomsen úr Sandvík hevur gjørt hvalateljingar á Falklandsoyggjunum. Hon hevur skrivað okkum hesa ferðafrásøgn

Tað eru fleiri orðatøk um, hvussu alt ikki altíð gongur eftir ætlan. Og so var eisini hjá mær. Men eg haldi tó, at hóast tað ikki gongur eftir ætlan, so gongur tað nokk so, sum tað átti at ganga ,uttan at eg visti av tí sjálv.
Eg eri ættað úr Sandvík og havi lisið bachelor í havlívfrøði á Universitetinum í Aberdeen. Í 2012/2013 tók eg masters í havsúgdjóravísindi á Universitetinum í St. Andrews. Hetta er ein ógvuliga spennandi útbúgving, sum einans 12 næmingar verða tiknir inn á árliga, so eg kendi meg sera heppna.
Tá ið tað kom hartil at vit skuldu velja evnið til masters uppgávuna hevði eg gjørt av, at eg skuldi hava eitt føroyskt evni. Vit hava so nógv spennandi tilfar í Føroyum, og innanfyri nærmastu framtíð vil eg helst búsetast har, so eg helt at tað var passandi at fordjúpa meg í einum føroyskum evni.
Eg valdi at gera eina føðikanning av grindahvali, tí hetta hevur ikki verið kannað í 20 ár, so tað kundi verði sera spennandi at kanna, um nakrar broytingar eru farnar fram og hví. Eg var heima í Føroyum og arbeiddi uppá tilfar til uppgávuna og var komin í helvt, tá ið eg fekk sera óvæntað boð fra Universitetinum í St. Andrews - mítt uppgávuevnið hevði ikki fingið etiska játtan.
Hetta var ein sannur smeitur. Tað vóru einans tveir mánaðir, til uppgávan skuldi latast inn, so eg hevði ikki tíð at kæra avgerðina hjá universitetinum. Eg var sjálvsagt ikki samd við teirra avgerð, men eg dugi at skilja, at tey vildu verja seg sjálvi. Tað var bara ógvuliga harmuligt, at tað skuldi ganga útyvir meg. Eg skuldi nú byrja heilt av nýggjum.
Skúlin hevur nú boðað mær frá, at arbeitt verður við at broyta etisku reglurnar, og mín vantandi góðkenning er orsøk til, at tey vilja hava eina meira smidliga skipan, so slíkt ikki hendir aftur.

Vánaligir vegir
Í samráði við mín vegleiðara á universitetinum fekk eg eitt nýtt uppgávuevni. Eg skuldi sniðgeva eina hvalateljing fyri Falklandsoyggjarnar. Fyri at gera eina langa søgu stutta, so var uppgávan latin inn í august 2013, og eg fekk í boði at koma til Falklandsoyggjarnar at gera hvalateljangina í februar/mars 2014.
Eg fleyg suður við einum bretskum hernaðarflogfari tann 12 februar. Hetta er einasta beinleiðis flúgvileiðin til Falkands. Flogferðin tók 20 tímar við einum 2 tímar steðgi á Ascension Island.
Fyrsta inntrykkið av oyggjunum var, at tær vóru eitt sindur líkar Føroyum. Landslagið er eitt sindur berligt, ongi trø, men fjøll og líðir. Tó eru fjøllini ikki høg, har eru ongi berg, men nógvar víkir inn í landið. Flogvøllurin er á bretsku hernaðarstøðini einar 45 minuttir frá høvuðstaðnum og einastu bygdini, Stanley. Eini 2.100 fólk búgva í Stanley, og beint undir 3.000 folk eru búsitandi á oyggjunum tilsamans. Tað eru nógvir bóndagarðar kring oyggjarnar, og verða hesir kallaðir Camp. Vegakervið er ógvuliga vánaligt. Meginparturin av vegunum er grúsvegir, og um ein skal til Camp, skal ein ofta koyra eftir grasi og ongum vegi. Nógvastaðni fram við vegnum eru øki merkt av við minuávaringarskeltum. Hetta eru leivdir frá Falklandskrígnum. Øki verða støðugt reinsað fyri minur, og ímeðan eg var har, vitjaði eg eina fløtu, sum einans hevði verið opin í 3 ár.
Eg vitjaði inni hjá einum pari, sum búðu í Camp, og tá eg segði, hvaðani eg var, hugsaði konan seg um eina løtu, og so segði hon, at tað var “absolutely disgusting what they do to the dolphins up there”. So tosaðu vit ikki meira um tað, og tey vóru sera blíð.
Summarið á sunnaru heimshálvuni er av og heystið er um at byrja. Tó vóru tað uppí 25 hitastig teir fyrstu dagarnar, eg var her. Djóralívið er ríkt og ikki trupult at koma framat. Bilur skal tó til, og helst onkur, sum er staðkendur, at koyra hann - vegir ikki eru allastaðni, so hetta er ikki fyri ein og hvønn. Teir fyrstu dagarnar - uttan at fara langt frá Stanley - sá eg bæði delfinasløgini, sum kanningin skuldi fokusera uppá. Hundraðvís av pingvinum og eisini sjóleyvir spæla sær í taranum inni í bygdini.
Fyrsta sunnudagin fór eg í kirkju í sunnasta katedrali í heiminum. Eg kom inn júst sum klokkan sló 10, og guðstænastan var um at byrja. Eitt stórt ferðamannaskip var inni hendan dagin, so nakað av ferðafólki hevði eisini leitað sær í kirkju. Presturin byrjaði við at ynskja øllum vælkomin, og so spurdi hann, hvaðani tey vitjandi vóru. Ein maður segði, at hann var úr Hollandi. Tá ið eg segði, at eg var úr Føroyum, sá presturin heilt bilsin út og endurtók “Faroe Islands. From one island community to another. We bid you a special welcome”, og so bað hann øll klappa fyri mær og ynskja mær vælkomnari. Hetta var ein heilt serlig móttøka, og um eg ikki hevði veri so sólbrend fra degnum fyri, so høvdu øll helst sæð, hvussu eg rodnaði. Síðan havi eg verið í kirkju hvønn sunnudag (ímeðan eg havi verði á landi) og aftaná drukkið te við kirkju fólkinum. Øll hava víst stóran áhugað fyri Føroyum, og presturin hevur biðið meg senda nógvar blíðar heilsanir til Føroya, so tann heilsan er nú farin.
Dagarnar fyri hvalateljingina fóru við ymiskum fyrireikinum, so sum at gera onkrar broytingar og keypa proviant. Teljingin var sniðgivin til at verða í 10 dagar. Vit skuldu vera sjey fólk umborð - skiparin, konan og fimm teljarar.

Hvalakanningin
Tá ið ein sniðgevur eina hvalateljing, eru ymiskar vegleiðingar, sum ein skal halda seg til. Og tá ið kanningin verður gjørd, eru somuleiðis vegleiðingar til, hvat data skal samlast. Hetta var fyrsta hvalateljanin sum er gjørd fyri Falklandsoyggjarnar, og var hetta eisini ein undankanning fyri eina møguliga størri kanning.
Kanningin var sniðgivin við paralellum linjum, sum fóru út fra landi við einum vinkli á áleið 90 stig og ikki longri enn 10 km frá landi. Linjurnar høvdu eitt tilvildarligt byrjunarstøði og allar áleið sama avstand frá hvørjari aðrari. Linjur vóru sniðgivnar til ymisk øki kring oyggjarnar fyri at fáa eina meting av, um tað eru ymiskleika í teimum ymsu økjunum.
25. februar flugu vit við einum 8 mans flogfari frá Stanley til Carcass Island, sum er á útnyðringssíðuni á oyggjunum. Tað var ein stór uppliging at síggja oyggjarnar frá flogfarinun, og eg var heppin og slap at sita við síðuna av flogskiparanum. Einans fýra fólk búgva á Carcass Island. Parið sum eigur oynna, hevur havt hana í 40 ár. Tey hava ofta vitjan av ferðafólki, og tí hava tey eitt chilenskt par búgvandi hjá sær, sum hjálpir teimum við ferðafólki, ið koma á vitjan. Teir flestu bóndagarðarnir uttanfyri Stanley eru sjálvforsyrgjandi við streymi og hita. Tey flestu brenna torv og hava vindmyllur til streym. Fyri einans 20 árum síðani brendu tey eisini torv í Stanley.
Á Carcass Island møttu vit bátinum, sum vit skuldu búgva á teir komandi 10 dagarnar. The Condor er ein gamal týskur fiskibátur. Umstøðurnar umborð vóru trongligar, vit vóru 3 um at sova í einum lítlum rúmi frammi í gron. Restin svav í einum rúmi undir galluni. Vesið var í einum lítlum rúmi úti á dekkinum, og har var eisini eitt handvask. At verða uttan brúsu í 10 dagar var ein avbjóðing.
At skula sigla eftir teimum linjunum, sum eg hevði sniðgivið, var ein heilt serlig uppliving. Falklandsoyggjarnar eru umringaðar av nógvum tara, og tí var tað til tíðir lættari sagt enn gjørt at koma til júst tað punktið, har eg hevði sniðgivið at ein linja skuldi byrja ella enda. Men skiparin Mike var lokalur og hevur til starv at sigla ferðafólk kring oyggjarnar, so hansara vitan var sera virðismikil fyri okkum.
Vit vóru ógvuliga heppin við góðum veðri. Ikki var tað brennandi sól og blikalogn í 10 dagar, men nóg gott veður til, at vit sigldu allan dagin hvønn dag. Bert eina dagin góvust vit um trýtíðina, tí tann nógvi vindurin gjørdi tað ov sjaskut fyri okkum at síggja hval og delfinir.
Tað var eitt stórt upplivilsi at síggja delfinirnar, sum eg hevði lisið og skrivað um bæði ígjøgnum mínar útbúgvingar, og meðan eg sniðgav kanningina. Kanningin var serliga sniðgivin til at leggja dent á Commerson’s og Peale’s delfinir, sum eru tær talmestu kring oyggjarnar. Vit sóu yvir 400 Commerson’s delfinir og áleið 150 Peale’s delfinir. Bæði delfinasløgini eru sera tiltrekt at bátum, og tær dámdu ógvuliga væl at svimja um kapp við bátin hjá okkum. Av tí sama sóu vit tær ógvuliga nær, og tað hendi meira enn so, at tær vístu okkum ymisk kynstur, so sum at sláa sveivin í vatnið ella at svimja í spiral.
Vit sóu eisini áleið 80 sei hvalir á kanningini. Hetta er nokk minst líka so áhugavert sum delfinirnar, tí sei hvalirnir eru á IUCN listanum katagoriseraðir sum at verða í vanda. Á hesum sama listanum eru bæði delfinsløgini katagoriserað, tí tað eru ikki nóg nógvar upplýsingar at gera eina bólking av teimum – tí var okkara kanning sera týdningarmikil.
Ein av sei hvalunum kom upp at anda beint við síðuna av bátinum. Vit kvukku øll við. Ongin náddi at fáa mynd av honum, helst tí at ongin hevði roknað við hesari kempuni beint við síðuna av bátinum. Teir flestu av sei hvalunum vóru upp til 100 til 700 metrar frá bátinum, men av tí sama bar tað til at eygleiða teir og síggja, hvønn veg teir ferðaðust.

Eftir hvalakanningina
Aftaná hvalakanningina hevði eg eina viku í Stanley. Hesa vikuna hjálpti eg til hjá Falklands Conservation við til dømis at telja rusk og annað, sum rekur upp á strendur og at kanna myndatól, sum taka myndir av pingvinum.
Komandi mánaðirnar skal eg brúka úrslitini frá kanningini til at gera eina meting av, hvussu nógvar delfinir eru kring Falklandsoyggjarnar, og hvar tær serliga halda til. Eisini skulu úrslitini brúkast til at sniðgeva eina størri hvalateljing, sum fer at verða kring allar Falklandsoyggjarnar. Vit vita ikki, um hendan teljingin verður veruleiki enn, tað verður tengt at, um fígging verður givin. Møguleikin er til staðar, tí Falklandsoyggjarnar eru ávegis at leita eftir olju, og týdningarmikið er at hava nógvar upplýsingar um havsúgdjórini, áðrenn ein møgulig oljuvinna fer av bakkastokki.
Eg legði sniðgevingina og nøkur úrslit frá kanningini fram á einari ráðstevnu í St. Andrews síðst í mars mánaði. Tað er altíð gott at tosa við onnur innan fakið og fáa input frá teimum.