Iranskir politikarar finnast at forsetanum

Í Iran hava tveir leiðandi politikarar vent sær ímóti tí harðrenda uttanríkispolitikkinum hjá forsetanum og búskaparpolitikki hansara

Menninir aftan fyri atfinningarnar at Mahmoud Ahmadinejad, forseta eru fyrrverandi iranski samráðingarleiðarin í kjarnorkumálum Hasan Rowhani og fyrrverandi formaðurin í tjóðartinginum, Mahdi Karroubi.

Teir báðir siga við fleiri iransk bløð, at iranska leiðslan kann ikki sita hendur í favn og sláa altjóða tiltøkini ímóti landsins kjarnorkupolitikki upp í glens. Tað er neyðugt at taka tiltøkini í álvara og at royna at sleppa av við tey, siga teir báðir við bløðini. Teir leggja afturat, at tann harðrendi uttanríkispolitikkurin hjá Mahmoud Ahmadinejad, forseta hevur fingið bæði USA og Ísrael at hótta við álopum, og at hetta skaðar umdømi landsins.

Hasan Rowhani og Mahdi Karroubi eru heldur ikki serliga hugtiknir av búskaparpolitikkinum hjá forsetanum og stjórnini. Teir siga tað vera skelkandi, at forsetin gevur fólki eina fullkomiliga skeiva mynd av búskaparstøðu landsins. Teir siga við bløðini, at sjálvt andaligi leiðarin ayatpllah Ali Khamenei hevur fingið skeivar upplýsingar frá forsetanum um búskapin.

-Sambært frágreiðingini frá forsetanum liva vit í einum paradísi, men hóast metgóðan oljuprís liggur búskapurin í sori við stórari inflasjón og stórum arbeiðsloysi, sigur Mahid Karroubi við iransku bløðini.