Iran er enn sinnað at samstarva við ES fyri at bjarga kjarnorkuavtaluni.
Tað sigur iranski forsetin, Hassan Rouhani, í dag eftir ein fund við uttanríkisstjóran hjá ES, Josep Borrell, í høvuðsstaðnum Teheran.
– Islamistiska lýðveldið Iran er framvegis til reiðar at samstarva við ES um at loysa ósemjur, og tá mótparturin lýkur treytirnar, vil Iran venda aftur til sínar skyldur, sigur Rouhani sambært iransku tíðindastovuni Isna.
Kjarnorkuavtalan frá 2015 hevur verið hótt av skrædli, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, tók USA úr avtaluni í 2018.
Í somu syftu setti hann í gildi aftur tiltøkini ímóti Iran.
Síðani hevur Iran flutt seg longri og longri burtur frá avtaluni og ríkar uran í so stóran mun, sum liggur oman fyri tey mørk, sum landið hevur bundið seg til.
Iranar leggja evropisku londini undir ikki at gera nóg mikið fyri at mótarbeiða tiltøkunum hjá USA.
Kjarnorkuavtalan varð sett í verk í 2015 millum Iran og teir fimm førstu limirnir í ST Trygdarráðnum umframt ES og Týskland.
/ritzau/Reuters