Internetið komið fyri at verða

TAÐ eru ikki so nógv ár síðani, at internetið kom higar, og tað er stutt síðani, at tað hevur tikið rættiligt dik á seg. Tað er teldutøknin og tøknin innan samskifti annars, sum er orsøkin til, at einhvør borgari í dag lætt, skjótt og bíliga kann samskifta millum hús, millum bygdir, millum oyggjar, millum lond.

HÓAST internetið enn kenst fremmant fyri mong her heima, so eru útlit til, at flestu húski um ikki so mong ár hava internetsamband. Internet er eisini so nógv. Henda vegin kanst tú fáa atgongd til mest sum allar upplýsingar um eitt og alt. Tú kanst gera tína egnu heimasíðu og harvið gera vart við teg og títt virki, tína framleiðslu osfr. Haraftat kanst tú eisini gera mong ørindi á internetinum eitt nú keypa og selja.


MEN kanska telduposturin - e-mail - er tann størsta kollveltingin - og eisini tann mest einfalda og brúkta. Tí bráddliga kanst tú samskifta við fólk alla staðni kring heimin, senda teimum post og fáa svar aftur eftir eini løtu. Tvs. tú sleppur nú bráddliga undan at brúka brævbjálva, porto og ikki minst sleppur tú undan drepandi bíðitíðini. Tú sparir tíð og orku.


EISINI Sosialurin ger brúk av møguleikunum, sum internetið gevur. Øll starvsfólkini brúka internetið í sínum dagliga arbeiði. Lesarar, sum vilja hava greinar í blaðið, nýtast ikki longur hvørki at senda bræv, fax ella diskili. Alt hetta avloysir telduposturin. Og aftur her sparir tú so orku at skula skriva alt umaftur.


SÍÐANI er tað Internetsosialurin. Hann hevur nú virkað í meira enn eitt ár, og hóast okkurt kundi verið betri, so er her talan um eitt sera gott brúkaraforum. Nettup ein føroysk internetávís hevur fleiri fyrimunir fram um aðrar líknandi í útlandinum. Av tí at Føroyar liggja fjarskotnar og av tí, at so nógvir føroyingar búgva og arbeiða í øðrum londum, so ber ikki eins væl til at senda pappírbløðini til lesararnar eins og tað er galdandi fyri t.d. donsk bløð og danir í Danmark. Og nettup her kemur so Internetblaðið inn sum ein avloysari hjá veruliga pappírsblaðnum. Mong eru tey heima og burturi, sum í dag halda Internetblaðið, og tað er sjálvandi vón okkara, at hesi gerast fleiri. At skúlaungdómur nú fær sína egnu teldupostadressu og internetsamband fer at medvirka til, at fleiri og fleiri heim fara at fáa sær teldur. Tað fer so aftur at gera, at tey ungu, sum í dag kanska ikki lesa bløð, bráddliga hava fingið henda møguleika á teldu, og tað kanska fer at gera tað meira áhugavert at lesa bløð og harvið eisini gerast áhugað í samfelagsmálum. Annað dømi um hvussu hent internetið kann vera er hjá teimum, sum ferðast nógv og sum hava brúk at fylgja við, hvat hendir heima. Her nøktar Internetsosialurin tørvin.Í summarferiu kann fartelda og internetsamband verða hent. Roynt verður at menna Netsosialin.