Innsavnan og gávur fyri 3,5 mió. kr.

Fólk innan Heimamissiónina eru sera íðin at geva gávur til ta rørsluna, sum tey eru partur av.

Hetta fekst váttan um á ársmøtinum seinasta vikuskiftið. Leygardagin varð, sum ein partur av skránni, lagdur fram roknskapurin fyri virksemið í hesi stóru rørsluni, sum hevur høvuðssætið sítt í Leguhúsinum í Nesvík.
Fíggjarleiðarin, Jørmund Foldbo vísti á, at sambært rakstrarúrslitinum í 2005 vóru inntøkurnar av øllum virkseminum hjá Heimamissiónini uppá 8,6 mió. kr. Hinvegin vóru útreiðslurnar uppá 8,7 mió., og soleiðis kundi hann staðfesta eitt lítið undirskot uppá undir 28.000 kr.
Skal ein kortini tala um áhugan fyri at geva til Heimamissiónina, so er hann sera stórur, vísir roknskapurin. Í fjør vórðu íalt lætnar um 3,5 mió. kr. í gávum og innsavningum til felagsskapin.
Heimamissiónin ger eitt kristiligt arbeiðið bæði millum børn, ung og vaksin. Umframt hetta hevur rørslan annað virksemi, sum fevnir um blaðútgávu, forlag, Sjómansmissión og missiónsarbeiðið í øðrum londum.