Veddingarfyritøkurnar: Føroyar hava ongan møguleika móti Eysturríki

Fleiri veddingarfyritøkur lata bara odds upp á sigur til Føroyar

Mynd: FBF

Klokkan 17 spæla manslandsliðini í flogbólti hjá Føroyum og Eysturríki dyst í Silvurliguni í ítróttarhøllini á Sandi.

 

Eysturríki vann ígjár 3-0 (25-18, 25-18 og 25-14) á Aserbadjan. Aserbadjan vann fyrrakvøldið 3-1 (17-25, 25-15, 25-22, 25-23) á Føroyum.

 

Eysturríki er so stórur favorittur í dag, at altjóða veddingarfyritøkur hava strikað oddsini upp á dystin, ella lata tey bara odds upp á sigur til Føroyar.

 

Tað eru bert tvær veddingarfyritøkur, Mozzartbet og Cloudbet, ið lata odds upp á eysturríkskan sigur. Tær lata 1,01 í oddsum upp á eysturríkskan sigur. T.v.s. eina krónu fyri hvørjar 100 krónur settar eru á ein eysturríkskan sigur.

 

Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 10,90 og 21,00. 

 

Føroyar hava higartil í kappingini tvey stig fyri tríggjar dystir, og settmunin 4-8. 

 

Mynd: FBF