Hondbóltur
Tá Stjørnan í fjør fór til Montenegro at spæla EHF-Cup, var tað so sum so, hvørjum roknað varð við.
Úrslitið av dystunum gjørdist tó eitt serstakliga tepurt tap, sum einamest komst av ov stórari virðing í fyrra dystinum og kanska eisini einum dómaraavriki, sum var til fyrimunar fyri heimaliðið.
Sjálvandi er virðingin framvegis til staðar, nú gyltu klaksvíkarkvinnurnar aftur skulu royna seg í EHF-kappingini, men í størri mun tykist vera galdandi, at tær spæla fyri at vinna.
- Sjálvandi gera vit tað. Tú fer altso ikki á vøllin fyri at tapa ella at spæla javnt. Vit spæla í øllum førum fyri at vinna, og tað gera vit eisini bæði fríggja- og sunnudagin, sigur Bára Skaale Klakstein, sum er ein av spælarunum á liðnum.
Bára var ikki við á ferðini í fjør, og tí er spenningurin kanska eisini eyka stórur hesaferð.
- Tað er jú hetta, sum vit hava vant fram ímóti. Onkrir smærri steðgir hava verið í venjingunum hjá okkum, men yvir høvur hava vit verið ígongd, síðani kappingin endaði í vár, so kropsliga eru vit so væl fyri, sum til ber. Hinvegin er tað sjálvandi ein vansi, at vit ikki hava havt møguleika at spæla so nógvar dystir, tí føroyska kappingin hevur ligið still, men onkrir venjingardystir hava tó verið. Eitt nú spældu vit tríggjar av slagnum seinasta vikuskifti, sigur Bára.
Um mótstøðuna sigur hon, at tað er avmarkað, hvussu nógv tey kenna til liðið.
- Henrik Gerster (venjarin, blðm.) hevur sæð fleiri videobond, men tær hava havt stórar útskiftingar í hópinum. Men á pappírinum telur liðið fleiri A- og U21-landsliðsspælarar, og í fjør taptu tær tepurt móti donskum liði í EHF-kappingini, so einki er at ivast í, at tær hava eitt sterkt lið.
- Men vit ætla so at spæla okkara kjans. Og vónandi verður tað í eini fullsettari høll, soleiðis at áskoðararnir kunnu bera okkum seinasta pettið uppeftir, sigur Bára.
Liðið hjá Stjørnuni er tó nakað skert undan dystinum. Una Olsen hevur brotið ein fingur, og tí er hon ikki tøk, og væntandi er Joan Midjord Djordjevic eisini úti við skaða í lærinum.