Ingibjørg Olsen og hennara liðfelagar í ÍBV tóku í dag móti Natasju Hammer og hennara liðfeløgum í Haukum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í dag.
Dysturin úti í Heimey endaði við 30-28 sigri til ÍBV. Í steðginum var ÍBV á odda 15-14.
Talan var um áttanda sigurin á rað hjá ÍBV, ið nú er næstfremst í deildini við 20 stigum, sama stigatali sum oddaliðið, Valur sum hevur betri málúrtøku.
Haukar eru triðaftast í deildini við átta stigum.
Ingibjørg skoraði eitt mál fyri ÍBV, og Natasja skoraði tvey mál fyri Haukar.
Komandi leygardag taka tær hjá Haukum móti Stjørnuni á Hafnarfirði. Sama dag spælir ÍBV á útivølli móti Selfossi.











