Inger Mikkelsen á Toftum sjeytifimm

Í veruleikanum finst ein feilur í yvirskriftini, tí her átti at staðið "Inga Maria Mikkelsen sjeytifimm." Av eini ella aðrari orsøk, sum hon ikki minnist sjálv - helst hevur hon verið so lítil tá - varð hon rópt Inger ístaðin fyri Inga Maria. Líka mikið, sjálvt um tað ikki stendur í dópsbrævinum, so er tað hetta navnið, hon hevur brúkt, so leingi hon kann minnast.

Mamma er fødd úti í Gerðinum á Nesi 26. august 1933. Foreldrini vóru Elsebeth og Tummas Hansen; hon av Roykheyggi í Saltnesi og hann úr Gerðinum á Nesi. Hon er nummar seks í raðnum av tilsamans níggju systkjum, sum yvirlivdu. Harafturat kom elsta barnabarnið eisini at vaksa upp í heiminum sum tað yngsta í systkinaflokkinum.


Sum tær flestu ungu genturnar tá á døgum, fór mamma út at tæna sum 15 ára gomul og helt millum annað hús í Sundalagnum og í Havn. Frá 1953 til 55 arbeiddi hon á Hotel Annex í Keypmannahavn. Í 1956 giftist hon við pápa okkara, Hans Mikkelsen av Toftum. Tey settu búgv í Torbisgerði og vit gjørdust fýra børn: Jón, Tórður, Kári og Eilis. Jón býr í Lystrup við Århus, meðan vit onnur búgva í Havn og Hoyvík. Barnabørnini eru 12 í tali. Frá seks til 27 ár. Pápi, sum meginpartin av lívinum var sjómaður, varð tíverri raktur av álvarsligari sjúku í lutfalsliga góðum árum. Hon passaði hann í stórum trúfesti líka til tað seinasta, áðrenn hann doyði í 2002.


Mamma er sera lættsint og sosialt anløgd. Hon hevur ein stóran vinarskara, og ikki er ov nógv at siga, at hon oftani er eitt savningspunkt, har sum hon er. Um tað so er í stóra bindiklubbinum, saman við gongukonunum, á eldrasamkomu á Vesturskin ella missiónshúsinum. Og eisini millum systrarnar, ið eru hennara bestu vinkonur, er hon eitt mittpunkt. Tvær búgva uttanlands, ávikavist í Íslandi og Onglandi, men sjálvt um tær eru komnar væl upp í árini, so vitja tær sera oftani í Føroyum. Lættsintar, sum tær eru, er tað altíð ein smittandi látur uttan um tær, og sjálvspeisknið er ein stórur partur av tilveruni. Teimum dámar sera væl alt spæl; og nógv eru tey settini av kortum, sum eru uppslitin í hondum teirra. Hetta hava tær ikki frá fremmandum, tí pápin var ein sera íðin kortspælari.


Sjálvt um mamma í dag rundar sjeytifimm, so er hon framvegis í arbeiði. Hon koyrir javnan til Havnar á Vistarheimið, har hon passar sínar javnaldrar, sum onkur av børnunum speiskliga plagar at taka til. Hetta er tað Vistarheimið, sum í mong ár var við Toftavatn, men fyri nøkrum árum síðani flutti til Havnar, tá húsið varð selt. Áðrenn tíðina á Vistarheiminum arbeiddi hon í mong ár sum heimahjálp.


Hetta við at arbeiða langt upp um pensjónsaldur, kemur heldur ikki frá fremmandum. Omma hevði eisini rundað sjeyti, áðrenn hon gavst at arbeiða. Og tað var ikki tí, hon hevði hug at gevast. Nei, eyguni fóru at bila, og tí bar ikki til longur. Abbi fór niður í hálva tíð, tá hann fylti áttati og hevði lønt arbeiði, líka til hann var 84 ár. Omma og abbi vóru bæði væl omanfyri 90, áðrenn tey løgdu árarnar inn. Tey náddu at halda jarnbrúdleyp - 70 ár - áðrenn tey andaðust ár um ár tíðliga í nítiárunum.


Sang hevur Inger altíð elskað, og hon hevur sungið bæði við barnakórinum og vaksnamannakórinum hjá Hans Jákupi Højgaard. Í mong ár hevur hon eisini sungið í Tofta Streingjakóri, og manga ferðina hevur hon verið við kórinum til missiónsvikur og onnur tiltøk kring landið. 


Heimið hjá okkum hevur altíð verið eitt heim, har fólk samlaðust. Bæði børn, ung og vaksin. Hurðin var og er framvegis altíð opin og liggjandi mitt í bygdini beint oman fyri keiina á Toftum, so hevur verið lætt at støkka inn á gólvið. Familjan er stór, og fyrr var valla dagur, at ikki onkur gestur gloppaði dyrnar; serliga meðan vit børn enn vóru heima.


Vit eru nógv, sum vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og takka fyri alt, tú hevur gjørt fyri okkum børn. Dagin heldur mamma saman við okkum børnum, verbørnum og ommubørnum í Havn, men leygardagin hevur hon opið hús millum klokkan 10 og 14 í kjallaranum í Missiónshúsinum á Toftum.


-børnini