Indiska stjórnin sigur nú, at londini í Vesturheiminum hava ongan rætt til at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Libya.
-Fremmand lond eiga ikki at leggja seg útí, hvat hendir í einum landi, og fremmand lond hava heldur ongan rætt at broyta stýrið í einum landi. Ta avgerðina eigur fólkið sjálvt, sigur indiski fíggjarmálaráðharrin, Pranab Mukherjee, við Reuters-tíðindastovuna.
Tá trygdarráðið hjá ST atkvøddi um hernaðarligt átak ímóti Libya, var India eitt av teimum fimm londunum, sum ikki atkvøddu. Hini fýra vóru Russland, Kina, Brasil og Týskland.
Kina kravdi í gjár, at álopini á Libya steðga alt fyri eitt. Kinesiska stjórnin vil vera við, at álopini eru brot á altjóða reglur.