Føroyameistaraheitið í snartalv bleiv telvað síðsta vikuskiftið. 18 telvarar møttu til dystin fús og við styrkitølum frá 1000 til 2356 í øllum aldursbólkum, løgdu frálíku karmarnir í Skúlanum á Løgmannabreyt lunnar undir eina frálíka kapping.
Undanfarin ár hevur ein ávísur IM Helgi Dam Ziska verið einaráðandi á økinum, men hesa ferð var hann staddur uttanlands í lestrarørindum, so nýggjur meistari skuldi finnast.
Favorittar at vinna kappingina vóru sjálvsagt teir høgt rataðu, og serliga hjá hægst rataða telvaranum í kappingini IM John Rødgaard, var eingin slingur í valsinum.
John lat ongan iva vera um síni snartalvsevnir, lá fremstur alla kappingina og vann Føroyameistaraheitið trygt við 16½ stigi av 18 møguligum. Á øðrum plássi kom Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági við 13½ stigi og TSF forsetin Finnbjørn Vang varð nr. 3 við 13 stigum.
Borgar Jónsson Stórá og Rúni Tindskarð Jacobsen vunnu ratingvirðislønirnar fyri ávikavist besta úrslit fyri telvarar rataðir millum 1000-1400 og 1401-1800.
Nú bæði barna-, ungdóms-, vikuskiftis- og liðkappingar hava verið nærum hvørt vikuskiftið síðan oktobur mánað, fara telvarar í tiltrongda vetrarfrí og byrjar kappingarárið aftur 6. januar. Tá verður 5. umfar í liðkappingini telvað. Hettar kappingarárið sær út til at verða serstakliga spennandi, tí einans 1½ stig er á muni millum nr. 1 og 4 í 1. deild.
Frásøgn: TSF
Myndir: Finn Larsen