Borgarstjórin, Palle Jerimiassen, heitir á fólk í Ilulissat (mynd) um at savnast við ráðhúsið í kvøld klokkan 19 til felags gongutúr, har stearinljós verða tendrað við gamla fótbóltsvøllin.

Ilulissat: Løgreglan leitar eftir saknaðum

Skipað verður fyri felags gongutúri í Ilulissat í kvøld, og ljós verða tendrað við gamla fótbóltsvøllin í býnum.

Borgarstjórin, Palle Jerimiassen, heitir á fólk í Ilulissat (mynd) um at savnast við ráðhúsið í kvøld klokkan 19 til felags gongutúr, har stearinljós verða tendrað við gamla fótbóltsvøllin.

 

 

Sum partur av kanningararbeiðnum, nú eitt starvsfólk á ruskbrenningini í Ilulissat leygardagin fann leivdir av einum líki, leitar Grønlands Politi nú í málum um horvin fólk í økinum.

 

Varaleiðarin hjá løgregluni, Gedion Quist, hevur upplýst yvirfyri Sermitsiaq, at tey nú eru farin at hyggja í skalasavnið fyri at vita, um mannaleivdirnar, sum eru funnar, kunnu knýtast til onkran, sum áður er saknaður.

 

Grønlendska løgreglan sigur, at tey eru ikki vís í, um talan er um leivdir av manni ella kvinnu, men tey hava í øllum førum staðfest, at talan er ikki um leivdir av barni. Løgreglan vil ikki upplýsa neyvt, hvat tað er, sum er funnið á ruskbrenningini.

 

Tað var eitt starvsfólk, sum var í holt við at koyra rusk í brenningina, sum fann mannaleivdirnar, sum hava skakað fólkið í býnum, Ilulissat.

 

Tíðliga í kvøld skipar Avannaata kommuna, sum Ilulissat er partur av, fyri almennum tiltaki.

 

##med2##

 

Borgarstjórin, Palle Jerimiassen, sigur í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur, at heitt verður á borgarar í býnum um at savnast við ráðhúsið klokkan 19. Haðani verður skipað fyri einum felags gongutúri til gamla fótbóltsvøllin framman fyri ítróttarhøllini, har fólk kunnu tendra stearinljós.

 

- Tað er týdningarmikið, at vit í einari slíkari støðu standa saman, hjálpa hvørjum øðrum og vísa okkara samkenslu mótvegis hvørjum øðrum, sigur borgarstjórin í tíðindaskrivinum.

 

Sambært Grønlands Politi er eingin persónur nýliga saknaður í Ilulissat, men løgreglan hevur heitt á fólk um at siga frá, um tað er onkur, tey kenna, sum einki hevur verið at hoyrt frá seinastu vikuna ella so.

 

Løgreglan sigur í dag, at tey higartil ikki eru komin nærri málinum um, hvørjum mannaleivdirnar, sum funnar vórðu leygardagin, kunnu stava frá.

 

Borgarstjórin, Palle Jerimiassen, heitir á fólk í Ilulissat (mynd) um at savnast við ráðhúsið í kvøld klokkan 19 til felags gongutúr, har stearinljós verða tendrað við gamla fótbóltsvøllin.

- Tað er týdningarmikið, at vit standa saman og hjálpa hvørjum øðrum, sigur borgarstjórin.