Valnevndin í Afghanistan kunngjørdi í gjár, at hon var liðug at kanna tríggjar fjórðingar av atkvøðunum frá forsetavalinum tann 20. august. Tá hevði Hamid Karzai fingið 48,6 prosent, og harðasti kappingarneyti hansara, Abdullah Abdullah, hevði fingið 31,7 prosent. Tað endaliga úrslitið kemur ikki enn.
Samstundis koma støðugt fleiri skuldsetingar um grovt valsvik. Amerikanska blaðið New York Times skrivaði um vikuskiftið, at á fýra valstøðum í Kandahar hevði Hamid Karzai fingið neyvt 500 atkvøður á hvørjum valstaði, og at í summum valstøðum aðrastaðni hevði Karzai fingið hvørja einastu atkvøðu.