Tað kostaði skotska landsliðsspælaranum Matt Elliot dýrt, at hann gav Toda Jónsson ein undir vangan í landsdystinum á Svangaskarði í juni mánaða.
Hann var vístur av vøllinum, Skotlandi misti leiðsluna, og nú hevur UEFA givið honum leikbann í fimm dystir.
Tað merkir, at verjuspælarin frá Leicester ikki kann spæla aftur í hesi undankappingini, og tá hann er vorðin 30 ár, er ivasamt um hann nakrantíð sleppur á skotska landsliðið aftur.
Eftir javnleikin á Svangaskarði legði skotski venjarin Craig Brown upp til, at Matt Elliot hevði spælt sín seinasta landsdyst fyri Skotland., og nú UEFA hevur sagt harða dómin, man vegurin til landsliðið verða enn longri hjá Elliot.