Hóast fagnaðurin hjá Spania var stórur í gjárkvøldið, so vóru eisini skár í gleðini. Stutt eftir dystarbyrjan noyddist David Villa nevnliga haltandi av vøllinum, og greitt er, at hann verður ikki við í finaldystinum móti Týsklandi. – Villa verður ikki við í finaluni. Talan er um eina forstrekning, og so er ikki hugsingur um, at hann verður við, staðfesti spanski landsliðsvenjarin, Luis Aragones, tá Spania hevði vissað sær finaluplássið. Higar til hevur David Villa verið besti málskjútti hetta EM-endaspælið.