Ólavur í Beiti
Samskifti um telduna við teldupostinum gerst alt meiri vanligt, og tí er einki løgið í at onkur er farin at spyrja, um tað eisini kann brúkast tá ið fólk skulu sigast úr starvi. Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum stóð stubbi at lesa herfyri, og til spurningin verður eitt svar givið í danska blaðnum FA Orientering, og er svarið soljóðandi:
? Ja, man lýkur tær skriftligu treytirnar í starvsmannalógini við at siga ein persón upp pr. teldupost, uttan so at telduposturin ikki er ein vanligur og kendur samskiftisháttur í fyritøkuni. Man nýtist tí ikki seinni at senda eina traditionella uppsøgn við persónligari undirskrift.
? Og viðvíkjandi spurninginum, nær uppsøgnin er »komin fram«, verður sagt, at hon er komin fram t.d. samanborið við útrokingina av uppsagnartíðini ? tá ið hon liggur klár til heintan í móttakarans elektroniska postkassa. Hetta treyta av, at telduposturin hjá viðkomandi verður latin upp dagliga, sum liður í tí vanliga arbeiðinum hjá løntakaranum. Er ella átti sendari at verið kunnugur við, at hetta ikki fer fram, eigur ein hóskandi tíð at leggjast afturat teimum ávísu viðurskiftinum til heintan av telduposti, skrivar blaðið sambært tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum.
Ikki ráðiligt
Og sambært sama tíðindaskrivi, verður sagt, at Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir ikki til uppsøgn um teldupost, um hon er einsamøll.
? Uppsøgn skal í flestu førum verða fráboðað til starvsfólkið beinleiðis, og teldupostur einans at verða brúktur, har sertænasta við vanligum skrivligum uppsøgnum ikki er møgulig ella hóskandi, verður sagt í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum.