Meðan eldri beiggin fegnaðist um einsamalla stigið, kendi Áki Olsen tað heldur, sum høvdu hann og VÍF tapt eitt stig leygardagin.
- Hatta er jú ein dystur, sum vit burdu vunnið. Vit eru á odda at kalla alla tíðina, men teir hava kanska yvirtakið seinna partin av seinna hálvleiki, og tað er ofta ein øgiliga týðandi perioda í dystinum.
Men tá tú ert á odda við fýra málum bara fimm minuttir fyri leiklok. Eigur tú tá ikki at vinna ein hondbóltsdyst?
- Jú. Sjálvandi. Men tað vísir aftur, hvussu skjótt tað kann ganga í hondbólti. Og ert tú ikki klárur alla tíðina, so eru fýra-fimm mál ikki tað heilt stóra.
Sum mansvardur var Áki Olsen at kalla áskoðari allan seinna hálvleik. Men tað gav honum kanska eisini betri fortreytir at meta um, hví tað enda kiksaði hjá VÍF.
- Eg haldi, at vit í byrjanini av seinna hálvleiki vísa, hvussu vit skulu spæla. Tá vit spæla skjótt og flyta okkum, so verða vit eisini fríir. Men seinastu løtuna er tað, sum gerast spælararnir ótryggir í spælinum. So kanska er tað nakað av rutinu, sum restar í.