Nú hevur í ára tíggir verið tosað um enn fleiri pengar og virðing fyri tónleikinum og mentanini, men nú tykist kjakið at venda sær til politisku skipanina við ynski um, at alt hetta nú skal snúgva seg um loysing ella samband – tað harmar meg, ómetaliga!
Eg haldi, at tað er nógv fyri, at vit skulu verða vitni til slíkt, tí tað kann bara skaða kjakið her heima og uttanlanda – hetta snýr seg sanniliga um alt annað enn tað.
Hvør mín politiska støða er, er líka mikið í hesum, tí hetta er sanniliga ein spurningur, um vit síggja møguleikarnar í teimum fantastisku fólkunum, sum, ferð eftir ferð, vísa seg á tónleika- og mentanarliga pallinum.
Latið nú vera við slíkum – JÁTTIÐ TÓNLEIKINUM OG MENTANINI, SUM SKAL TIL – so hesi føla, at tað liggur ein peningaligur og virðiligur stuðul aftanfyri teirra avrik!
So kunnu vit kjakast higani og hvaðar tað skal verða, um vit skulu loysa okkum úr ríkisfelagsskapinum – tað skal bara ikki ganga út yvir tónleikin og mentanina!
Takið tykkum saman og síggi teir fantastisku møguleikarnar, sum eru okkara evnum skapandi fólki!
Eg sigi tað einaferð enn – geva tit tónleikinum og mentanini tað sum skal til, eri eg vísur í, at vit ØLL fara at heysta nógv gott – bæði innan tað privata og vinnuna.
Er tað eitt krav, at vit skulu loysa frá Danmark, fyri at kunna taka sjálvstøðugan lut í Eurovision, er tað ein longri tilgongd, men lat nú ikki alt fara at snúgva seg um loysing ella samband – tað hevur tónleikurin so ikki brúk fyri!
Áðrenn vit koma hagar, tá vit skulu taka støðu til okkara ríkisrættarligu viðurskifti, er umráðandi at fáa staðfest, um vit hava møguleika fyri sjálvstøðugari luttøku – tað má verða gongda leiðin, sum støðan er.
Lat okkum síggja møguleikarnar heldur enn forðingarnar, so vit kunnu gera tónleikin til eina inntøkukeldu til samfelagið í hesum tíðum – eins og, til dømis, svenskara hava gjørt.