Ikki lógarbrot at vera fullur

Høgni Hoydal ilskast í lesarabrævi inn á Sosialin, tí at hann nú ein dagin á framsíðuni hevði mynd av løgtingsmanni roykjandi ball og eina søgu um, at hann fyri nøkrum árum síðani hevði roykt hassj av misgávum, samstundis sum blaðið onga søgu hevði um ein landsstýrismann, sum hevur válað fullur í Reykjavík á almennari vitjan

Sum limur í okkara lóggevandi tingi skuldi Høgni Hoydal verið vitandi um, at tað er loyvt at vera fullur, sjálvt um mann er landsstýrismaður, men at tað, sjálvt um mann er løgtingslimur, ikki er loyvt at roykja hassj.

Annar maðurin var lóglýðin, hin breyt lógina. Lat gá at tað var av misgáum og fyri nøkrum árum síðani. So søgan er kanska í so íligin fyri eitt tíðindablað at borðreiða við. Søgurnar hava als ikki nakað við hvørja aðra at gera. Onnur er rúkandi fesk, hin í so røst. Sjálvandi er tað av tí reinu tilvild, at tær eru á framsíðuni á okkara størstu tíðindabløðum sama dag.

Men lóg er lóg, og lóg skal haldast. Gott at bløðini hava eitt vakið eyga.