ÍF fekk fullan pott móti TB hetta kappingarárið

ÍF vann tríggjar eittmálssigrar á TB í Betrideildini í ár

ÍF og TB eru í harðari kapprenning at sleppa undan at flyta niður í 1. deild. 

 

Undan seinasta leikumfarinum stendur ÍF teimum betri kortunum at sleppa undan niðurflyting. ÍF hevur 19 stig og TB hevur 16 stig.

 

Ein høvuðsorsøk til, at ÍF nú er frammanfyri TB kann finnast í teimum trimum innanhýsis dystunum. ÍF hevur nevnliga vunnið allar tríggjar dystirnar við einum máli.

 

Samlaða úrtøkan í teimum trimum dystunum er sostatt fullur pottur, níggju stig til ÍF.

 

Samlaða málúrtøkan er 4-1 til ÍF.

 

TB-ÍF 0-1 (0-1) - 26. apríl 

 

TB-ÍF 1-2 (0-0) - 29. juli 

 

ÍF-TB 1-0 (0-0) - 22. oktober

 

Kelda: FaroeSoccer