Icelandair byrjaði árið illa

Íslendska flogfelagið hevði stórt hall fyrsta ársfjórðing

Íslendska flogfelagið Icelandair hevði hall á umleið 110 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi. Í fjør hevði flogfelagið eisini hall somu tíð, men hallið er næstan tvífaldað í ár. Tað skrivar Check-In. 

Icelandair hevði eitt vet fleiri ferðafólk fyrsta ársfjórðing í ár og væl størri umsetning enn somu tíð í fjør, men øktur starvsfólkakostnaður og hægri brennievnisprísur hava ávirkað raksturin skeiva vegin. Eisini hevur kursurin á íslendsku krónini mótvegis amerikanska dollaranum kostað felagnum pengar.

Hóast fyrsti ársfjórðingur var verri enn í fjør, roknar Icelandair framvegis við, at tey fáa avlop í ár. 

– Vit høvdu roknað við halli í fyrsta ársfjórðingi, men okkara støða er framvegis sterk, sigur Bjørgólfur Jóhansson, stjóri í Icelandair, við Check-In.

Icelandair roknar við avlopi á eina góða milliard í ár.