U21 EM: Liðini sum hava tapt fyri Føroyum leiktu javnt

Tað endaði við javnleiki millum Estland og Ísland í Tallinn

Mynd: FSF

Í annaðkvøld klokkan 18.30 spælir føroyska U21-landsliðið triðja dystin í hesari EM-undankappingini. 

 

Dysturin í bólki C verður á Stade de la Frontière í Esch-sur-Alzette í Luksemborg. Talan verður um fyrsta dystin hjá Luksemborg í hesari undankappingini.

 

Føroyar hava vunnið tveir 2-1 sigrar higartil. 2-1 á Estlandi í Klaksvík, og 2-1 á Íslandi í Reykjavík í farnu viku.

 

Og júst Estland og Ísland møttust í Tallinn í dag. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Tristan Pajo legði Estland á odda seks minuttir undan steðginum. Stutt frammanundan fekk Júlíus Mar Júlíusson seinna gula kortið, og so mátti Ísland spæla við 10 móti 11 leikarum, tað sum eftir var av dystinum. Kortini eydnaðist tað Benoný Breki Andrésson í 87. minutti at javna til 1-1, so Ísland fekk eitt stig við sær. 

 

Hetta er fyrsta stigið hjá bæði Íslandi og Estlandi í undanbólki C. Í farnu viku tapti Estland 0-2 fyri Sveis, so teir hava leikt tríggjar dystir. Ísland hevur leikt tveir dystir. 

 

 

 

Mynd: FSF