ÍBV tapti greitt í fyrstu meistaraskapsfinaluni

Liðið hjá Ingibjørg Olsen snávaði í fyrstu meistaraskapsfinaluni á heimavølli

Liðið hjá Ingibjørg Olsen, ÍBV fekk eina stak ringa byrjan upp á meistaraskapsfinalurnar móti Vali í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

ÍBV tapti í kvøld á heimavølli úti í Heimey greitt 23-30 fyri Vali. Valur var á odda 14-9 í steðginum og hevur nú vunnið sær ein fyrimun.

 

Liðini hittast aftur á Hliðarenda í Reykjavík komandi týskvøld.

 

Í finalunum verður spælt best av fimm dystum.