Maðurin, ein 32 ára gamal týskari, hevur sagt, at hann ætlar sær at vera uppi í mastrini í tvey samdøgur fyri at mótmæla, at íslendingar skjóta hval.
Íslendsku hvalabátarnir liggja við bryggju í Reykjavík og rigga til, og tá manningin á Hvali 8 kom oman til skipið klokkan sjey í morgun, var týskarin longu komin upp í mastrina. Reiðaríið hjá hvalabátinum hevur boðað frá, at maðurin fær frið.
Fyrrapartin hevur maðurin lagt myndir av sær út á Twitter, har hann sigur seg umboða ein felagsskap, sum eitur Hard to Port.
Terir íslendsku hvalabátarnir loysa ikki fyrr enn í næsta mánað.










