Í dag verður framtíðin hjá Jenisi av Raka avgjørd

Tjóðveldi fer nú at leggja uppskot um misálit á landsstýrismannin fyri Løgtingið

Í dag verður tað, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, skal leggjast á vektskálina. Í dag fer Tjóðveldi nevniliga at leggja uppskot um misálit á landsstýrismannin fyri Løgtingið, sigur Høgni Hoydal, floksformaður. Uppskotið skal viðgerast alt fyri eitt og tískil verða øll onnur mál tikin av skránni

 

Tjóðveldi hevur boðað frá, at sigur løgmaður ikki Jenis av Rana úr starvi, fara tey at leggja misálit fyri Løgtingið, tí so kann Løgtingið taka støðu til, um hann er verdugur at halda fram sum landsstýrismaður.

 

Í dag hevur Løgmaður svara einum spurningi um framtíðina hjá Jenisi av. Rana, og tað skilst á svarinum, at Jenis av Rana verður ikki frákoyrdur, tí løgmaður sigur, at hann hevur givið landsstýrismanninum eina átalu og við okkum segði hann eisini herfyri, at hann gjørdi ikki meiri við málið.

 

Les meiri her: Løgmaður: Jenis av Rana er rættiliga nasadjarvur

 

Tá ið løgmaður ikki ger meiri við málið heldur Høgni Hoydal, at tað er neyðugt, at Løgtingið sleppur at taka støðu til landsstýrismannin.  Tað eru fleiri dømi um, at Tjóðveldi heldur, at Jenis av Rana er farin út um mark fyri, hvat ein landsstýrismaður kann loyva sær. Eitt dømi er, at Jenis av  Rana heldur, at ein politikari er ikki egnaður at verða forsætisráðharri í Danmark, bara tí at hann er samkyndir.

 

Samstundis halda tey í Tjóðveldi, at Jenis av Rana fór út um mark, tá ið hann gjørdi rammuavtalu við Ísland, uttan at spyrja Uttanlandsnevndina eftir og tað eru tinglimir í samgonguni samd í. Tey halda eisini, at tað var at fara út um mark at kunngera ein føroyskan arktiskan politik, uttan at tað er viðgjørt í Løgtinginum.