Hýsa hevur aftur betri prís

Prísirnir á hýsu hava lyft seg nakað upp aftur eftir eitt ávíst prísfall herfyri.

Prísirnir á hýsu hava lyft seg nakað upp aftur eftir eitt ávíst prísfall herfyri.

 

Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya seldi góð 43 tons av fiski, var samanlagdi miðalprísurin fyri øll fiskasløgini 16,08 krónur fyri kilo.

 

Toskur hevur framvegis rímiliga góðan prís og fyri flestu nøgdirnar av toski, sum seldar vórðu í gjár, var miðalprísurin stívliga 20 krónur fyri kilo – og toskur 1 fekk 21,09 krónur fyri kilo.

 

Prísurin á hýsu, sum annars hevur verið lágur við fleiri sølur í seinastuni, var væl betri aftur fríggjadagin, tó at talan var um eini 14 tons tilsamans.

 

Hýsa 1, hýsa 2 og hýsa 3 fekk miðalprísin 18,39, 15,65 og 17,03 krónur fyri kilo, sum er rímiliga góður hýsuprísur.

 

Umframt tosk og hýsu, vóru nøkur tons av longu eisini á marknaðinum fríggjadagin, og her var besti miðlprísur 14,34 krónur fyri kilo.

 

Tey stívliga 43 tonsini, sum vórðu seld á uppboðssølu fríggjadagin, fóru fyri tilsamans góðar 692.944 krónur.