Borgmeistarin í New York ynskir hybrid taxabilar í 2012.
Stendur tað til borgmeistaran í New York, Mike Bloomberg, skulu allir teir vælkendu gulu taxabilarnir í býnum vera skiftir út við hybridbilar í 2012.
Sambært honum skalt tú kunna steðga fyri reyðum ljósi í einum gulum taxabili, sum verður drivin av grønari orku.
Royndir verða í løtuni gjørdar við hybrid-taxabilum í New York við bilum sum t.d. Ford Escape Hybrid, Toyota Prius og Lexus RX400 Hybrid.
Vit skulu ganga á odda, tá talan er um umhvørvisvinarligar taxabilar, sigur borgarstjórin í New York, Mike Bloomberg.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum