Eftir steðg í fýra mánaðir er Hvonn Live loksins farið í luftina aftur. Beinleiðis tónleikur og lívligt kjak verður varpað beinleiðis á Rás2 av Hvonn Hvonn Live er ein mánaðarlig livesending, har tað hvørja ferð verður sett fokus á eitthvørt evni.
Í kvøld verður politiska landslagið í Føroyum lagt undir luppin.
Politiska landslagið í Føroyum er merkt av ólteljandi ósemejum og hørðum stríði millum samgongu og andstøðu, millum flokkar í samgongu, og millum politikarar í sama flokki.
Tí verður í kjakinum í Hvonn Live spurt, um tað er meira kaos enn kós í føroyskum politikki í løtuni. Ber tað yvirhøvur til at koma víðari ella skal luftin reinsast við einum vali?
Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen fara at kjakast um politisku støðuna í løtuni
Hvonn Live hoyrist á Rás2 millum klokkan 20 og 22 í kvøld. Umframt politiska kjakið verður eisini prátað við Ragnhild Dam og Jógvan á Høvdanum, umframt at Uni Arge fer at spæla live.
Hvonn Live verður hvønn mánað gjøgnum allan veturin.