Á løgreglustøðini í Havn eru tey ikki so von við at hava liggjandi gestir síðan brumman varð flutt til Klaksvíkar.
Í dag er tó ein gestur á støðini, og talan er um ein av teimum meira sjáldsomu. Løgreglan hevur nevniliga funnið eina kanin, ið hevur fingið innivist á støðini til eigarin er funnin.
Á teirra facebook síðu heitir løgreglan á fólk um at ringja á telefon 351448, um nakar kennist við kanina, ið er upptikin í Havn í dag.