Fótbóltspanelið á Rás2 var í dag mannað við Ólavi Larsen og Tróndi Arge.
Fótbóltspanelið umrøddi fimm evnir. Hvat hevur verið størsta fótbóltshendingini í Føroyum og uttanlands? Hvør eigur at vinna Ballon d´or - gullbóltin?. Hvør kom best frá jóla- og nýggjársskránni í Premier League? Er FA Cup steypakappingin bert ein skuggakapping, hóast talan er um heimsins elstu fótbóltskapping.
Panelið viðgjørdi eisini hvønn týdning Steven Gerrard hevur havt fyri Liverpool, nú Gerrard hevur kunngjørt, at hann leggur frá sær, sum Liverpool spælari í summar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvat Ólavur Larsen og Tróndur Arge høvdu at siga í dagsins fótbóltspaneli.