Hvat vilja vit við Fólkakirkjuni?

Herfyri vóru samráðingarnar við donsku stjórnina um yvirtøkuna av Fólkakirkjuna lidnar. Men hvat vilja vit føroyingar við Fólkakirkjuni, nú vit sjálv skulu umsita hana? Hetta verður evnið á Trapputinginum í Miðlahúsinum í annaðkvøld

KJAK OG UPPLÝSING

 

Í annaðkvøld verður skipað fyri Trapputingi um ta ætlaðu yvirtøkuna av Fólkakirkjuni, og hvat vit ætla við henni, nú hon væntandi verður føroyskt málsøki.

Higartil hevur arbeiðið við at yvirtaka kirkjuna mest gingið fyri seg á politiskum og á embætismannastigi, men í annaðkvøld kl. 20 bjóðar Sosialurin til Trapputing, har ætlanin m.a. er at kjakast um, hvat føroyingar ætla við kirkjuni framyvir.

Ovastu myndugleikarnir í kirkjuni hava ikki mett, at teir altíð hava verið nóg væl við í gongdini. Ikki minst hevur verið fýlst á, at ikki alt verður liðugt á ólavsøku, tá ætlanin er at yvirtaka kirkjuna.

Ein annar spurningur, ið ætlanin er at taka upp á Trapputinginum, er, hví vit yvirhøvur skulu yvirtaka kirkjuna, tá sagt verður úr Mentamálaráðnum, at ætlanin er, at bygnaðurin skal broytast minst møguligt. Eisini verður spurt, um tann evangelisk-lutherska læran framvegis vard av donsku grundlógini, ella verður hon framyvir bert staðfest við løgtingslóg, sum 17 tingfólk kunnu broyta?

Og er tað yvirhøvur ein dygd, at so nógv fólk arbeiða nógv leikfólk ólønt í kirkjuni, ella hevði góðskan á t.d. urguspæli og sálmasangi verið betri, um lønt fólk stóðu fyri hesum í øllum kirkjum?

 

Orðið verður frítt

 

Ætlanin var at fáa avvarðandi landsstýrismann á økinum, Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharra, at vera við pallborðið, men hetta lá tíverri ikki fyri hjá honum. Í staðin fer Poul Michelsen, limur í politiska fylgibólkinum, at umboða samgonguna. Hinir luttakararnir verða Annita á Fríðriksmørk, andstøðutingkvinna og limur í politiska fylgibólkinum, Jens Mortan Mortensen, formaður í Urguleikarafelagnum, og Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum og limur í kirkjuliga fylgibólkinum.

Annars verður høvi hjá fundarfólkinum at koma við sjónarmiðum og spurningum. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.