Edmund Joensen
Tað er ringt at finna samsvar ímillum tað sum verður sagt av landsstýrinum, og veruleikanum.
Aftur og aftur hava føroyingar hoyrt okkara løgmann, Anfinn Kallsberg sagt, at eingin fólkaatkvøða verður, um skiftistíðin verður 4 ár.
Danska stjórnin sigur, og hevur alla tíðina sagt, at skiftistíðin verður 4 ár. Eftir 4 árum verða ríkisveitingin og rættindi føroyinga í danska ríkinum burtur. Tað sama sigur eitt samt fólkating eisini, og skuldi hetta tí staði einum og hvørjum føroyingi púra greitt.
Landsstýrið og veruleikin
Landsstýrið sigur til dømis, at búskapargrunnur skal setast á stovn, sum byggir á inntøkur frá blokkstuðli og aðrar inntøkur, sum vit einki vita um, so sum vantaðar oljuinntøkur o. a.
Hesin sami blokkstuðul, sum skal verða álitið, skal samstundis avtakast eftir 4 árum. Her blæsur landsstýrið við mjøli í munninum. Eingin grunnur kann verða álitið, samstundis sum hann verður tikin av.
Heimastýrislógin og blokkstuðulin
Landsstýrið hevur eisini sagt um blokkin, at danir kunnu minka ella avtaka hann, nær teir vilja. Nú sigur landsstýrið, at føroyingar hava rætt til ríkisveitingarnar, og at danska stjórnin ikki kann røra blokkin sambært Heimastýrislógini.
Her sigur landsstýrið, sum vera man, eitt í dag og annað í morgin. Men hvør er veruleikin? vilja fólk hava at vita.
Eingin landasorg í Danmark
Hvussu ofta hava føroyingar ikki hoyrt Anfinn Kallsberg, løgmann og Høgna Hoydal, varaløgmann sagt, at Danmark vil ikki av við Føroyar, og tí leggur stjórnin foringar í vegin?
Hetta samsvarar neyvan við veruleikan. Greens Analyseinstituttet í Danmark, gjørdi fyri minni enn einum ári síðani eina meiningarkanning, sum vísti, at 72% av dønum hava einki ímóti at kappa bondini við Føroyar.
Bara ein lítil minniluti (17%) sóu tað sum týdningarmikið at varveita ríkisfelagsskapin.
Sjálvt um tað hevði verið sera harmiligt og skaðiligt fyri allar partar, og mest fyri føroyingar, so hevði tað neyvan verið tann heilt stóra landasorgin í Danmark, um føroyingar atkvøða ja til loysing tann 26 mei. Tað er eisini heilt greitt fyri øllum føroyingum.
Eisini í hesum føri sigur landsstýrið nakað, sum ikki er undirbygt.
Seinasta føroyska meiningarkanningin vísir tíbetur týðiliga, at føroyingar hava gjøgnumskoðað skaðiligu ætlanir landsstýrisins, og venda teimum tí sjálvandi eisini bakið.