Hvast orðaskifti millum McCain og Obama

Sjónvarpsorðaskiftið í nátt millum tey bæði amerikonsku forsetavalevnini var munandi hvassari enn tað fyrsta Um væntað fekk tann búskaparliga kreppan í USA og aðrastaðni drúgva umrøðu í orðaskiftinum millum Barrack Obama og John McCain í Nashville í nátt.

Tað kom eisini týðiliga fram, at teir hava hvør sína hugsan um, hvussu kreppan kann loysast, soleiðis at amerikanarar kunnu verða búgvandi í húsum sínum.

McCain segði, at við sær sum forseta fer tað almenna at yvirtaka øll vánalig lán frá kreditfeløgunum fyri at hjálpa húsaeigarunum. Hann metti, at ein tílík ætlan fer at kosta einar 1.500 milliardir dollarar.

Obama segði, at hann hevur eina ætlan, sum fer at geva 95 prosent av teimum amerikonsku skattaborgarunum skattalætta, og hann legði McCain undir at hava ætlanir um at halda fram við tí miseydnaða búskaparpolitikkinum hjá Bush-stjórnini.

Tær seinastu meiningakanningarnar hava víst, at Obama er væl framman fyri McCain, og danski USA-tíðindamaðurin Thomas Falbe sigur við DR, at hesin munurin minkaði ikki í nátt.