Mesti vindurin í morgun er máldur á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð.
Landsverk sigur, at har var hvassur stormur - og í hvirlunum upp í 37,7 metrar um sekundið.
Á fleiri øðrum støðum hjá Landsverki hevur eisini verið nógvur vindur, og á fleiri støðum eru 30 metrar um sekundið og meira máldir í hvirlunum.
Í morgun máldu støðirnar hjá Landsverki, soleiðis sum víst er niðanfyri:
Gjáarskarð - 08:17 Skrið. Í hvirlunum upp til 26.2 m/s
Oyndarfjørður - 08:18 Skrið. Í hvirlunum upp til 30.2 m/s
Streymnes - 08:18 Stívt andøvsgul. Í hvirlunum upp til 33.9 m/s
Høgareyn - 08:18 Skrið. Í hvirlunum upp til 30.9 m/s
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 08:17 Hvassur stormur. Í hvirlunum upp til 37.7 m/s
Hvalba - 08:18 Hvassur vindur. Í hvirlunum upp til 33.1 m/s
Porkeri - 08:18 Stormur. Í hvirlunum upp til 30.6 m/s