Hví sleppur landstýrismaðurin undan ábreiðslunum um Lorvíksfjarðarleiðina?

Vælvitandi um vánaligu viðurskiftini Lorvíksfjarðarleiðini, hava vit í longri tíð lisið síðu upp og síðu niður í bløðunum um óskilið á hesi leið uttan nakað sum helst hendir. Hesar ábreiðslugreinar, skrivaðar av einum Norðoya Fólkaflokstingmanni, hava einans verið vendar í móti Strandferðslustjóranum og leiðsluni har.

Ein framstandandi partamaður hjá sama tingmanni, segði, fyri nøkrum árum síðani, at nú var tíðin komin at rudda "SOSIALISTAREIÐRIÐ Á STRANDFERÐSLUNI".
Fólkaflokkurin hevur havt landsstýrismannin við ábyrgd fyri Strandferðslu, ferðavinnu og vinnumálum, síðani hesi orð vórðu søgd, men hesin sleppur fullkomuliga snikkaleysur undan ábreiðslunum frá floksfelaga sínum í Norðoyggjum, fyri drál og ábyrgdarloysi.

Fyri stuttum samtykti landsstýrið ikki at játta pening til avloysaraskip fyri "Smyril". Einasta grundgeving var, at hetta var ov dýrt, og sum rosinan í pylsuendanum, varð lagt aftur at, at landstýrismaðurin við ábyrgdini fyri Strandferðsluni ikki var við á fundinum ? soleiðis slapp hann eisini snikkaleysur burtur úr hesum trupulleikanum.

Nú gongur á fimta árið hjá hesum flokkinum, sum skuldi rudda upp í hesum hurlivasanum, men onki røkist fyri nøkrum bata í bræði.
Eitt skal sláast rimmar fast: Landstýrismaðurin í ferðavinnu, strandferðslu og vinnumálum hevur ovastu ábyrgd av hesum hurlivasanum. So kanónirnar hjá Norðoya Fólkaflokstingmanninum hava fullkomuliga skeivt sikti.
Vend teimum heldur rættan veg! Og gev landstýrismanninum tínar ábreiðslur í staðin fyri at harta tey, sum royna alt tað tey kunna, uttan at fáa nakran sum helst stuðul frá landstýrismanninum í hesum máli.