Iran krevur, at Bretland skal biðja um umbering fyri, at herflotamenninir vóru komnir inn í iranskt øki. Bretland krevur herflotamenninar latnar leysar treytaleyst. -Ein bretsk umbering er treytin fyri, at tey 15 verða latin leys, sigur iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad.
-Ikki talan um. Tey 15 skulu latast leys treytaleyst er svarið frá bretsku stjórnini.
Bretski uttanríkisráðharrin, Margaret Beckett, segði í dag, at Iran hevur eftir øllum at døma ongan áhuga í at loysa málið. Hon fekk í dag vissu fyri, at ES-londini styðja Bretland í trætuni við Iran.