Maria Olsen
31. mai
Altjóða roykfríur dagur.
Snús luktar illa:
Snús ger skaða á tenn og tannkjøt og kann í longdini økja um vandan fyri krabbameini, sukursjúku og ov høgum blóðtrýsti.
Í Svøríki økist nýtslan av snúsi millum gentur og ungar kvinnur, sum annars hugsa so nógv um sína útsjónd og heilsu.
Tær gevast at roykja, men byrja at snúsa, tí tað er so kalt at standa uttandura við sigarettini. Í dag finst snús í mongum útgávum, onkur serliga tilevnað til gentur og ungar kvinnur so sum leskiligir fruktsmakkir og smáar snøggar snúseskjur, sum eru lættar at hava í veitslutaskuni .
Tað ræður um at standa saman, so at ung ikki fella fyri hesum.
Tey flestu vita, at royking er vandamikil, men halda ikki at snús er vandamikið.Snús er vissuliga minni skaðiligt fyri ein sjálvan, tí at man ikki andar royk niður í lunguni, og er tað eisini minni vandamikið fyri umhvørvið . Men snús er eitt tubbaksevni, sum er vandamikið.
Hví byrja ung at snúsa?
Tí at tað er “gott”..... tí at tey vilja hava eitt nikotinkick, ella tí at vinfólkini gera tað?
Tað byrjar oftast í 4. ella 5. flokki, tá ið man er 11-12 ár. Tá verður man forvitin og heldur, at tað er ein partur av vaksnamannaverðini. Men um man roynir fyrstu ferð, heldur man sum oftast, at tað er ekult.Tá man seinri brúkar, tað heldur man seg vera cool.
Hví er tað at snúsa í vøkstri í Svøríki? Tað kann vera, tí at tær ungu kvinnurnar er byrjaðar at roykja á ungum árum og vilja gevast at roykja og fara so at snúsa ístaðin. Men snús er óvirkið sum avvenjing av sigarettum.
Øll fakta fyri teg, sum vilt leggja av at snúsa.
Snús er ikki gott avleggingarevni.
Tað finnast nikotinheilivágur-tyggigummi-plástur-inhalatorar-tablettir og næsapístr, sum geva 10 -15 mg av nikotini um dagin . Meðalsnúsarin fær 10 ferðir so nógv nikotin í seg, t.v.s. 120 -150 mg pr. dag.
Skal ávara ímóti tubbakstyggigummi, sum er við at koma fram ymsa staðni sum alternativ til snús í ymsum forrættningum. Vilt tú gevast at snúsa, vel so nikotinheilivág. Tí nikotinheilivágur er vitinskapiliga kannaður og vísir, at hann virkar, og at hann ikki inniheldur nakað krabbameinselvandi evni.
Sum 20 sigarettir dagliga.
Snús er tann tubbaksformurin, sum inniheldur mest nikotin. Ein prísur er tað sama sum 2 sterkar sigarettir. Meðal snúsarin fær líka nógv nikotin í seg sum ein, ið roykir 20-30 sigarettir dagliga.
Ein snúsari verður í mongum førum skjótari vanabundin av nikotini enn roykja. Frágreiðingin er tann , at tá man roykir sigarett gerð nikotini at koncentratiónin í blóðinum ferð upp skjótt og kraftugt. Síðan sjúnkar tað seint. Til næsta sigarettin verður roykt. Ein snúsari sum leggur ein prís fær alla tíðina snús í blóðið seint og javnt – á sama hátt, sum tá man fær dropp á sjúkrahúsinum.
Hjáárinini ganga yvir.
Um tann vanabundni snúsarin gevst heilt, sjúnkar dopaminið drastiskt,inntil tað verður normalt. Man far dopaminbrist. Ì hesi tíðini fær man tað, sum kallast hjáárin (abstinensir) tunglyndi, tímir onki, svøvntrupuleikar, rastloysi, irritatión og óró. Læt ikki abstinenstrupuleikar ræða teg at leggja av at snúsa ella roykja.
Tað gongur yvir. Tvær vikur eftir, at man er givin at fáa nikotin í kroppin, er tann fysiski tørvurin horvin. Síðani kann tað taka longri tíð at arbeiða við tí psykisku bundinheitini.
Tað vil siga at royna at bróta teir vanarnar, sum eru tengdir at snúsing og royking
Snús stressar kroppin.
Tú kanst ikki avstressa við at snúsa. Hjánýruni reagara uppá nikotin við at at tøma út stresshormonið adrenalin.Tað ger, at hjartað slær skjótari , blóðtrýstið hækkar og spenningurin í øllum hjartakarsýsteminum veksur.
Barnakonur eiga at umganga nikotin fult og heilt. Snúsing kann økja vandan, so at barnið verður føtt ov tíðliga, og at mamman fær ov høgt blóðtrýst.
Tenn og tannkjøt verður ikki gott.
Snúsar tú?
Lyft tína yvirvørr upp og hygg. Snúsing orsakar nettupp skaðar í munnholuni. Vandin fyri krabbameini er til staðar, tá ið tú snúsar.Tann týpiski skaðin finst meir ella minni hjá øllum snúsarum. Ein grálig tjúkk húð á tannkjøtinum.
At krabbamein útviklast í tí skæddu slímhinnuni er tíbetur óvanligt.
Vanligari er tað, at tannkjøtið minkar, og at tannrótin verður ber.Tað er ein óbøtandi skaði. Berir tannhálsar kunnu merkja stikni og pínu og ikki minst vanda fyri karies. Harafturat eru berir tannhálsar ikki júst snøggir.Hesin vandin fyri snússkaða inniber ein vanda fyri, at tenninar loysna.
Góð ráð til tín, sum vilt gevast at snúsa.
Minka um mongdina av snúsi spakuliga. Nýtir tú posasnús- minka um talið av posum hvønn dag. Um tú nýtir leyst snús-minka um støddina á prísinum.
Minka um tíðina, tú hevur snús í munninum.
Kennist tað tómt í munninum? Být snúsið um við frukt ella sukurfrítt tyggigummi; smakkir sum piparmynt, lakres og appelsin minka um hungurin.
Fyri at minka um matarlystin, sum oftast økist, tá man gevst at nýta nikotin er betur at eta frukt, drekka vatn og nyttigar kolhydratir, enn at eta ís og chips og góðgæti.
Fysiskur aktivitetur er góður og hækkar endofinurnar, sum geva lønir.
Um tú fært ringar abstinensir, tørvar tær møguliga heilivág, sum inniheldur nikotin. Tað finst eisini nikotinfríur heilivágur, sum fæst uppá resept, og sum eitur Zyban.
À Apotekinum fært tú vegleiðing um Nikotinheilivág.
Umsett úr svenskum tíðarriti.