Hvør - hvat

Málráð frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen, málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum

Javnan hoyrast og síggjast slík­ir setningar: Hvør er or­søk­in til, at nøkur ellis- og røkt­ar­heim ikki hava hildið játt­­an­ina? Hvør er orsøkin til løn­­ar­munin? Sama hvør ­or­søkin er, eigur hetta ikki at koma fyri. Dentur verður sam­bært heimildina lagdur á, hvør orsøkin er til, at sjálv­­upp­gávan ikki er latin inn rætt­stundis. – Í hesum før­­unum er rætta orðið “hvat” og ikki “hvør”: “Hvat er or­søkin til, at nøkur ellis- og røktarheim ikki hava hild­ið játtanina” og “Sama hvat orsøkin er, eigur hetta ikki at koma fyri” o.s.fr.

Tí siðvenjan er at nýta “hvat”, tá ið lýsast skal, hvussu eitthvørt er háttað, ið ein spyr um ella umrøðir, t. d. Hvat vandi kann ikki stand­ast av hesum? Hvat var spurn­ing­urin? Tey vóru altrá eftir at vita, hvat tíð­indi skipið hevði. Hvat dugur er í tí? Hvat lands­maður er hann? Hvat hjari er tað, ið gongur at tær? Vís hvat dugur er í tær!

Sambært Føroysku orðabók merkir “hvat” í fyrstu merking: “hvat slag av”. Og dømini eru: “hvat dagur?”, “hvat vilt tú?”,”hvat veit hann í?”, “hann spurdi, hvat fólk har var komið”, “eg vildi kunnað víst honum, hvat maður eg eri”, “hvør maður mátti gera upp, hvat jørð hann hevði” og “hvat tíðindi eru heiman?” – Her má mælast til at halda málsliga siðvenju og nýta “hvat”.