Hugsar tú nakrantíð um, hvør er hin størsti fíggindin hjá eini frælsari pressu? Tú kundi nevnt nakrar eyðsýniligar óvinir sosum státssensur, einkarættarliga eigaran og lýsaran, sum annaðhvørt krevur fyrimunarliga pressuumrøðu ella, um ikki annað, eina fráveru av ófyrimunarligari pressuumrøðu.
Men hin mest svikafulli fíggindin er hasin ryggleysi journalisturin og blaðstjórin, sum ikki hevur brúk fyri at fáa at vita, hvat hann skal gera, av tí at hann longu hevur gjørt reglur hjá serstøkum bólki til sínar egnu.
Tað er vegna vantandi prinsippfesti og tí postmodernistiska kavarokinum, at stokkkonservativi vinstrivongurin heilt óskiljandi hevur koyrt meginregluspurningar sum veraldarvítt rættvísi, fólkaræði og frælsi á vestfallið.
Eitt rok so illfýsið, at fólksins fjølmiðlar, sum ein annar Ingemar Stenmark, desperat royna at snirra undan øllum tí, ið óheimligt er og øllum tí, ið kann fornerma—og soleiðis fjala yvir ófjálga sannleikan.
Sjálvandi, nógvir teirra trúgva ikki hesum multikulturella falssannleika, men kenna seg kortini noyddan at klemma hetta vitloysi grundað á kenslur, sum fanatiskt prædikar sensitivitet fyri teimum, ið modernitets-hatandi vinstrivongurin í Evropu billar sær inn, hava tørv á honum.
Nei, ryggleysi miðlastjórin hevur ikki longur brúk fyri at fáa at vita, hvat hann skal gera, av tí at hann hevur gjørt reglur um at nøkta—ella, í minsta lagi, ikki at stoyta—tað grimmasta harðræðið yvirhøvur, sum er ‘safety-first’ útleggingin av almannahugsan.
Altso, halt teg til tað, sum fólk flest halda, og tað, sum elvir til minst øsing—hvussu skeivt og ómansligt hetta enn mátti verið!
Men hvat í Harrans navni er meiningin við einum blað, ið ætlandi tekur støði í sannroyndum, men sum ger av, at sannroyndin sjálv ivaleyst er dekan ov ótespilig hjá okkum at vitna? Spurningurin er eitt úrslit av nøkrum nýligum hendingum frá eini undanfarnari, og mikið ansvekjandi, stórhending.
Í Danmark, um miðjan februar, handtóku myndugleikarnir tríggjar stalinistiskar muslimar fyri at leggja upp ráð um at drepa ein danskan fólkapensjónist nevndur Kurt Westergaard. Westergaard er ein keiputeknari, sum friðsamur býr í Aarhus, einum hugnaligum setursbýi í Jútlandi. Saman við øðrum teknarum í einum frælsum samfelag gjørdi hann av at karikera “profetin” Muhamed.
Muhamed er ein maður, sum giftist eini seks ára gamlari gentu, men var tó so “siðiligur” at bíða samfull trý ár at geva gentuni sítt fyrsta seksuella upplivilsi. Verandi á so sensitivur og fullkomiliga uttan rygg og ansni fyri rættleika, fordømdi islam-vinarligi vinstrivongurin kæra frælsisstríðsfólkið Aayan Hirsi Ali fyri at háða muhamedsfólk við at skíra hevdaða profetin “pedofil”. Men, sum Hirsi Ali sjálv so rættliga spyr: “Hvat annað kallar tú ein vaksnan mann, sum hevur sex við eini níggju ára gamlari gentu”?
Endamálið við satiruni var at knasa tað, í høvuðsdráttum, sjálvvolda tabu, tá ið tað kemur til at finnast at islam og tess ymisháttaðu halgimyndum, og soleiðis hjálpa muslimum at fáa í lag eitt islamiskt trúarskifti, sum Salman Rushdie í kjalarhælinum á 11. september so miriliga spurdi eftir.
Satiran var ónatúrliga væleydnað, við tað at hon endaði við, at uppøstir muslimar alment fóru at dyrka ímyndir, teir annars hátíðarliga høvdu boðað frá, ikki kundu framsýnast av ótta fyri, at tær fóru at verða avgudamyndir. Hesin býttleiki varð harnæst avloystur av miklum og vamlisligum valdsgerðum og hóttanum ímóti demokratiskum stovnum.
Óansæð, fyrr í ár tók mestsum hvørt dagblað í Danmark avgerð um at prenta keiputekningarnar. Sum fólkaræðisligur borgari lystir tær helst at vita, hvat hetta barnsliga rokilsi upprunaliga var um. Hetta kemst av tí, at tíni dagbløð tá tóku eina avgerð “til títt egna besta”; eina brimgarðsavgerð desainað at sleppa undan sannleikum, ið kunnu órógva status quo.
Men hvussu kann hetta vera rætt? Vit liva jú í eini tíð latin í hold av livandi lýsingum og myndum; hvussu kann tað vera, at sjálv kjarnin í eini fullvegis visuellari søgu við fríum vilja tá varð útihýst?
Nei, avgerðin hjá tínum fjølmiðlum at verja teg ímóti hasum reform-vinarligu tekningunum snúði seg heldur um nakað so grefligt sum ótta.
Ræðuskítarnir í danska fjølmiðlaheiminum vóru annars ikki vælmannaðir, tá ið sjálv kreppan tók dik á seg, tí tá—fyri gott tveimum árum síðani, tá ið tað faktiskt gav meining at prenta tekningarnar—tordi bert ein knøpp krumma av teimum at lata sannleikan koma til sjóndar og soleiðis stuðla Jyllands-Posten í síni djørvu og nógv eftirsóknarverdu roynd at modernisera muhamedstrúgv.
Einastu fjølmiðlar, ið prísvert settu seg upp ímóti sjálvsensurerandi rákinum og yvirgevingini til óduldan yvirgang, vóru teir av høgravenda, liberala og gudsnoktandi slagnum.
Og, tíverri, so er tað soleiðis, at tá ið flest danir halda okkurt, halda flest føroyingar bara tað sama. Tessvegna hildu føroysku fjølmiðlarnir tað vera best fyri okkum, lesara og hyggjara, at vit ikki sóu hasa avbera umstríddu og avbjóðandi tekningina hjá hr. Westergaard, sum í tøkum tíma heitir á muslimar um ikki at lata nakrar ørfáar amerikuhatandi ørvitisknokkar vera islamiska ímyndin úteftir.
Henda skeiva og ryggleysa avgerð, har tú roynir at vera sjálvt teim mest óndsinnaðu verum til vildar, staðfestir effinett hvussu nógv vit skíta á okkara medmenniskju. Hon staðfestir, hvussu alt fleiri vesturlendingar eru vorðnir bebbaræddir fyri at standa fyri tí, ið rætt er—og soleiðis geva seg út í grundliggjandi moral.
Tá ið so Dimma, hetta nýkomna skandalublaðið grundað á persónligan vitnisburð við journalistikki eins kraftagóðum og innihaldsríkum sum sukurvatt á síðsumri, knøpp tvey ár aftaná kemur lallandi við hasum tekningunum og soleiðis, heilt vónleyst, roynir at bjarga sínum umdømi sum sannleikavekjandi, “vit trúgva faktiskt allíkavæl upp á talu- og skrivifrælsi”, tá er tað ikki longur bert skeivt og ryggleyst, men so ússaligt, at totalupplivilsið gerst krepputærnakent.
Men hey, ein fjølmiðil, sum ikki er førur fyri at skilja ímillum tað, at “kritisera”, og tað, at vera “kritiskur”, kann valla hava meira enn eina másasliga fatan av, hvat slíkt stríð er um.
Og umframt at vera tvey ár ov seint at stuðla talu- og skrivifrælsinum, tori eg at hevda, at tungubítandi blaðið uppi á Hálsi eiheldur hevur nakra peiling av, hvat tað, at prenta hasar speirekandi tekningarnar í grundini merkir.
Fyri tí, vegna hin broytingarvilliga muslimin, vóru tær beinraknu keiputekningarnar enn eitt umvarðandi íkast í stríðnum at umvenda islam, hvat eisini er tað týdningarmesta.
Men tekningarnar vóru eisini eitt syrgiligt dømi um, at tað ikki neyðturviliga er hasin sensurerandi lúsaskarvurin av einum Miðflokki, ið er hin størsti fíggindin hjá eini frælsari pressu.
Heldur eru tað okkara óvitugu og ryggleyu fjølmiðlar, sum so sera gamalsligt hava gjørt reglur um at—hvussu enn víkur og vendur—ikki at sára óupplýstar muslimar og teirra spildurnýggju evropeisku sálarvinir.