Hús hjá landinum skulu ikki standa og forfella

– Tað er ikki eitt krav frá mær sum so, at almennir bygningar skulu seljast. Men eg dugi bara ikki at síggja, hví almennar ognir skulu standa tómar og forfarast.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður.

 

Tað er Landsverk, sum hevur ábrygdina av almennum bygningum, og tá Landsverk er partur av økinum hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum, so er tað Henrik Old, ið hevur evstu ábyrgdina bygningum hjá landinum.

 

Í vikuni vórðu gomlu kommandørhúsini yvir við Strond sett til sølu. Hetta eru marglætishúsini, sum Havgrímur Johannesen, heilsølumaður, bygdi umleið 1950.

 

Henrik Old sigur, at húsini hava verið ogn hjá landsstýrinum í niggju ár – og øll árini hava húsini staðið tóm, uttan í nakrar vikur, tá tey vórðu brúkt til sjónleikaframførslu.

 

– Og tá tað stendur – og hevur staðið – á fíggjarlógini í fleiri ár, at vit skulu selja almennar ognir, og tá vit hava sett talið 43 milliónir krónur á fíggjarlógina, so má okkurt gerast við tað, sigur hann.

 

– Tað hava verið nevnd fleiri góð hugskot, sum húsini kunnu brúkast til. Men eg hoyri einki um, hvaðani pengarnir skulu koma, sigur Henrik Old.

 

Hann vísir á, at onkur ætlan hevur verið um, at húsini skulu brúkast til móttøkuhús hjá løgmanni. Men tí sær hann ongan meining í.

 

– Tað eru ovmikið av móttøkuhølum úti í Tinganesi, so tað er ikki neyðugt at hava eini dýr hús afturat til tær fáu móttøkurnar, sum eru, heldur hann.

 

Um húsini verða seld innan árslok 2018, so er avtalað, at danski staturin skal hava helmingin av søluprísinum.

 

– Men tað rættvísger ikki, at húsini skulu standa tóm og forfella í tvey ár afturat, sigur landsstýrismaðurin.

 

Landsstýrið fekk ognirnar hjá gomlu Færøernes Kommando fyri einki frá statinum.