Hundur í óføri

Lyftubilurin hjá sløkkiliðnum í Havn var hóskvøldið boðsendur at koma at bjarga einum hundi, sum stóð í óføri í Kaldbak

 

Bjargaferð


Kaldbak: Brandmenninir í Havn eru minst líka fittir sum teir í teknirøðini við Dunnaldi og teimum úr Dunnuvík. Teir í Dunnuvík plaga at bjarga kettum niður úr elsteyrum. Teir í Havn bjarga hundum, so óviljað er farnir til bjargar.

Tað situr ein forskrektur hundur á eini hill í klettinum í grótbrotinum innan fyri Kaldbak. Hann hevur tað ikki gott, stakkalin. Er stutt sagt hundabangin.

Har hevur hann sitið einar tríggjar tímar. Hann er lopin niður av eggini og sleppur nú hvørki uppella niður.

Ein kaldbaksmaður fór inn í eitt hús oman fyri grótbrotið, har hann hevur kríatúr. Hann hevði hundin við, og hesin gekk uttanfyri.

Tá maðurin var liðugur við síni ørindi í húsinum, var hundurin horvin, og helt maðurin, at hann mundi vera farin til hús. Men so var ikki, og seinni varð hundurin funnin í berginum. Sitandi sum ein annar bjargafulgur einsamallur á eini lítlari hill í klettinum.

Boð vórðu send eftir sløkkiliðnum í Havn, sum kom við stóra lyftubilinum. Og eigarin saman við tveimum brandmonum varð lyftur upp í bergið, har hyndurin sat.

Hundurin var týðuliga illa við av støðuni. Hann hevði hug at flyta seg eitt sindur. Kreyp og var so bangin, at onkur teirra, sum stóðu niðri á vegnum niðri undir og eyleiddu hesa bjargingarroyndina, óttaðist fyri, at hann kanska fór at loypa út av av berari ræðslu.

Men hann kennir tó harran, og hesin fekk sissað hann so mikið, at hann rakk honum og fekk hann inn í lyftina, har hann aftur var í tryggum hondum, meðan brandmeistarin sjálvur loraði lyftuna niður aftur á slætt.