Fyri viku síðani høvdu vit prát við Heðin Samuelsen um reiðmentan, í sambandi við, at hann á 65 ára føðingardegi sínum beyð reiðmonnum til sermerktan dag, har ross og ríðing var á skránni. Greitt var frá um ítrivið, ið so mong hava eina meting um, men sum so fá veruliga kenna nakað stórvegis til.
Fleiri av gomlu, garvaðu reiðmonnunum møttu upp, tá 43 ross savnaðust í túninum hjá Heðini, m.a. Poul og Høgni Mohr og Viljormur Tórsheim og Aksel Hansen.
Vit hava fingið orð á hesar síðst nevndu, fyri at fáa teir at líta aftur um bak ? og fram eftir ? og at lýsa hesa mentan, henda felagsskap, sum teir sum royndir reiðmenn síggja hetta fyribrigdi.
Arvur
Bæði Aksel Hansen og Viljormur Tórsheim siga, at tað er arvur, ið ger, at teir fáast við ross.
- Tað hevur altíð merkt nógv at koma í fjøllini. Líka síðani eg var smádrongur. At koma út í náttúruna hevur alt at siga. Ofta er tað í familjum og so arvast áhugin, sigur Aksel Hansen.
Og Viljormur Tórsheim er samdur.
- Tað er arvaliga belastað. Eg eri uppvaksin við hestum. Yngra ættarliðið hevur hetta eisini sum ítriv, men tað er stór ábyrgd at hava hest, ið skal passast morgun og kvøld, sigur Viljormur Tórsheim.
Men báðir eru teir samdir um, at hetta er eitt ítriv, sum ein hevur stuttleika av, hóast tað er sera bundið og stór ábyrgd fylgir við.
- Ein hestur skal motiónerast. Tað blívur eitt samband millum mann og hest, nakað kensluborið. Sum at hava hund, sigur Viljormur.
- Menn eru eisini farnir at dyrka gonguløg. Men at ríða runt á sløttum er ikki eg, eg vil heldur út í náttúruna, sigur Viljormur og leggur afturat, at tað líkasum eru tvær metingar um ríðingina; tey, ið dyrka gonguløgini og tey, ið heldur vilja út í náttúruna og upp á fjøllini.
Út við hestinum ? inn við sjeikinum
Tað merkist á prátinum við garvaðu reiðmenninar, at hetta eru sálarliga frískir menn, ið sera fegnir práta um sítt ítriv, ið kanska eisini er ein lívsstílur.
Og fegnir eru teir báðir um, at yngri kreftir tykjast taka við og at áhugin er vaksandi.
- Nógv ung eru komin við og Berghestar geva eisini fólki møguleika at ríða. Tó tykist, sum eru fleiri gentur, enn dreingir, ið koma til, sigur Aksel.
- Ofta eru tað ungar gentur, ið vilja hava hest. Og tær eru óførar at passa hestarnar, ofta tíma tær betri, enn vit, ið eldri eru. Men so gerast tær eldri, og so hendur tað seg, at tær ?siga út við hestinum og inn við sjeikinum?, sigur Viljormur skemtiliga.
- Men yngra ættarliðið gongur høgt uppí tað og felagsskapurin er góður, sigur Viljormur, ið leggur afturat, at her er ikki munur á monnum, hóast teir koma úr øllum ættum, eisini samfelagsliga sæð.
- Reiðmenn koma væl útav tí saman. Teir koma saman um hetta, ofta koma teir ikki saman í tí dagliga. Teir kunnu vera stingandi og bersøgnir, men einki ilt býr undir, sigur Aksel.
Og Viljormur er samdur, og leggur dent á, at eisini er talan um eitt sera skemtingarsamt fólkaslag.
Halda á
Hóast bæði Viljormur og Aksel eru í sjeytiárunum, so er hugurin enn til ross og ríðing.
Men nær gevst ein reiðmaður?
- Eg havi ikki riðið í eitt ár, men havi ætlað at fara avstað aftur, sigur Aksel, ið er 78 ár og hevur merkt, at heilsan spælir avgerandi leiklut hesum viðvíkjandi.
- Men í Íslandi ríða menn. Eg veit um ein, ið eru yvir 90 ár. Men í Íslandi er lendið eisini øðrvísi, sigur Aksel.
- Tað er sera ymiskt. Tað er, sum heilsan er. Tá ein er í sjeytiárunum, er ein ikki ungur longur. Men tað er víst, at tað er ikki sum at seta seg í bil, at fara á hestbak, tað krevur sítt, leggur Viljormur dent á, men enn hevur hann tó ikki rættiliga hugsað um at leggja frá sær.
- Tey yngru taka við, so hesturin fær motión, um eg ikki fari, sigur Viljormur.
Báðir eru teir samdir um, at reiðmenn hava stuttleika av sínum ítrivi, ið altso í stóran mun gongur í arv, men sum tó tykist stevna ímóti bjartari framtíð, tí áhugin er vaksandi millum tey yngru.