Hugskot til Løgtingið um at bjarga Føroyum og Suðuroy

Petur Dahl Nolsøe,
í Vági
????????
Fiski- og útróðramenn úr Sri Lanka og Indonesia hava mist túsundtals útrórðarbátar (trillur) og sjórænararnar-bíbetur-næstan allar.
Hvat hevði verið meiri hjálptsamt av okkum føroyingum enn at bygt einar 1000- 2000 smábátar til neyðhjálp?
Sjálvandi skuldu vit havt hugsað um hetta, áðrenn tann velduga innsavningin varð gjørt eftir ársskiftið!
Eru tað ikki grunnar í Danmark, ella í Norður-londum, ella í ES, sum kunnu stuðla Awi-boats, ella Hvalvík, ella um fleiri smábátarvirki eru í Føroyum- at bygt hesar bátar fyri 200.000-300.000 krónur fyri hvønn?
Ein fín skipasmiðja er í Vági í Suðuroy. Tað kundi givið arbeiði eini 10 ár fram í tíðina.
Komið nú- komið nú, ímeðan landstýrið brýtur svøvn fyri at bjarga syðru helvt ella allari Suðuroynni. - Finni okkurt "hol" har. Lat ikki alt hava stert, sum skal bjarga øllum.......
Bert eitt hugskot.

E.S: Fyri 13 árum síðani fortaldi ein boripallsverkfrøðingur mær umborð á Smyrli, at bretar fyri langari tíð síðani vóru farnir at bora horisontalt og at teir vóru langt inni undir okkara fiskimarki.