-Eg fór ikki inn á vøllin við tonkum um at gerast toppskjútti. Vit vildu vinna dystin, og tað var tað sum umráddi, segði Christian Høgni Jacobsen eftir dystin
-So hvørt sum málini komu, so byrjaði eg at hugsa um tað. Tað er ikki frítt at hinir á liðnum spældu meg upp til málkjansir, fyri at eg kundi fáa fleiri mál, segði fegni fimm málskjúttin.
Spurdur um orsøkina til knúsandi stórsigurin, metti Chrisian Høgni, at alt eydnaðist hjá teimum, meðan onki riggaði hjá B71.