Óhugnaligir klovnar loypa ræðslu á fólk

Óhugnaligir klovnar kløkka fólk, men tey, sum undirhalda sum klovnar, stúra fyri rákinum

Seinastu vikurnar hava óhugnaligir klovnar loypt ræðslu á fólk í eitt nú USA, Bretlandi og í onkrum norðurlondum. Hetta er eitt rák, sum botnar í ræðusøguni It hjá Stephen King, sum eisini er gjørd til film. Tað er til stuttleika, um tað kann kallast so, at fólk lata seg í sum óhugnaligir klovnar við vápnum – til dømis við øks og motorsag - og royna at kløkka fólk.

Í Bretlandi hevur løgreglan boðað frá, at um klovnarnir eru vápnaðir, verða fólkini handtikin.

Fólk, sum undirhalda sum klovnar, eru sera misnøgd við gongdina. Michel Højer, sum er næstformaður í altjóða felagsskapinum Clown International, sigur seg stúra fyri rákinum.

- Fólk kring heimin síggja upptøkur av, at klovnar royna at kløkka fólk, og hetta kann gera bæði børn og vaksin bangin fyri klovnum, sigur Michel Højer við DR.

- Klovnar plaga at gera fólk glað og fáa tey at flenna, og klovnar hava umsorgan fyri børnum, tí taka vit frástøðu frá hesum rákinum, sum ger meiri skaða enn gagn, sigur hann.